Vertslandið og verandi asiastisku meistararnir, Katar fáa nú gyltan møguleika at vinna asiatiska endaspælið í fótbólti á heimavølli.
Katar vann ígjár 3-2 á Iran í hálvfinaluni. Týsdagin vann Jordan 2-0 á Suðurkorea í hinari hálvfinaluni.
Iran-Katar 2-3 (1-2)
1-0 Azmoun ('4 ),
1-1 Abdulsallam ('17 )
1-2 Afif ('43 )
2-2 Jahanbakhsh ('51 brotsspark)
2-3 Ali ('82 )
Finalan millum Katar og Jordan, ið er í síni fyrstu endaspælsfinalu nakrantíð verður leikt sunnudagin klokkan 15.
Finalan verður leikt á Lusail leikvøllinum, ið var sama vøllur har ógloymandi HM-finalan millum Argentina og Frakland var leikt 18. desember í 2022. Argentina vann 7-5 aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.
Leikvøllurin hevur pláss fyri 89.000 áskoðarum.