Katla kann goysa um nakrar dagar

Serfrøðingar siga, at stórur aktivitetur er í Katlu í Íslandi. Fer Katla at goysa kann tað fáa stórar avleiðingar fyri Evropa.

Norska heimasíðan vg.no skrivar í dag, at serfrøðingar í Íslandi hava mált størri aktivitet í Katlu seinastu tíðina. Katla kann fara at goysa um nakrar fáar dagar, ella um fleiri ár. Júst nú er trupult at siga nær stóra gosfjallið fer at goysa.

Fólkini í Vik kommunu, sum liggur beint undir Katlu, hava seinastu tíðina vant eina ætlan, sum myndugleikarnir hava lagt til rættis til eina neyðstøðu.

-Eg fylgi væl við Katlu. Og tað er greitt, at Katla hevur ilt í búkinum. Tað hava verið nógvir jarðskjálvtar í summar, men vit kunnu tó ikki siga nakað um hvat tað merkir, sigur serfrøðingurin, Petter Nystuen, hjá Institutt for geofag hjá Universitetinum í Oslo.

Eitt sum er greitt er, at tá ið Katla fer at goysa, fer tað at fáa nógv størri avleiðingar fyri Evropa, enn Eyðafjallajøkul hevði.

Serfrøðingurin sigur við vg.no, at Katla fer at merkjast um alt Evropa.

Hann sigur, at tá ið gosfjøll í Íslandi áður hava goyst, hevur tað ført við sær, at hitin í Evropa hevur verið munandi minni enn vanligt er.

Hann nevnir, at í 1783 og 1784 fór eitt stórt gosfjall í Íslandi at goysa í 8-9 mánaðir, og tað fekk álvarsamar avleiðingar. Hitastigið í Evropa fall munandi, og tað førdi millum annað við sær, at fleiri lond í Evropa ikki fingu framleitt so nógvan mat sum vanligt.

Haraftrat vísir Petter Nystuen á, at fer Katla at goysa, so kann tað føra til, at ein flóðalda kemur í kjalarvørrinum.

Kelda: vg.no