Katólskir kardinalar velja nýggjan páva frá 7. mai

Kardinalar úr øllum heiminum fara at hittast á einum loyniligum konklavi at velja ein nýggjan páva frá 7. mai.

Tá konklavan er byrjað, vísa kardinalarnir seg ikki fram, fyrr enn nýggi pávin er valdur. Konklavan byrjar alment 7. mai. (Arkivmynd). - Mynd: Guglielmo Mangiapane/Reuters

Hetta staðfesti Vatikanið, sambært Reuters.

Kardinalar úr øllum heiminum eru longu savnaðir í Vatikaninum eftir jarðarferðina hjá fráfarna Frans páva leygardagin.

Sambært ritualinum kann konklavan byrja í fyrsta lagi 14 dagar eftir og í seinasta lagi 20 dagar eftir deyða pávans.

Frans pávi andaðist 21. apríl.

Dagurin fyri, at konklavan skal byrja, er avgjørdur á einum fundi hjá kardinalum í Vatikaninum.

Tær báðar undanfarnu konklavurnar, sum vóru hildnar í 2005 og 2013, vardu í tveir dagar, skrivar Reuters.

 

/Ritzau/

 

 

 

Tá konklavan er byrjað, vísa kardinalarnir seg ikki fram, fyrr enn nýggi pávin er valdur. Konklavan byrjar alment 7. mai. (Arkivmynd). - Mynd: Guglielmo Mangiapane/Reuters