Katrin er nýggjur seniorákæri

Fútin hevur sett Katrinu Thorsvig Hansen í starv sum seniorákæri í Føroyum. Hon er úr Nólsoy og skilir seg tí út frá undangongufólkum sínum, við at hon er føroyingur og uppvaksin við føroyskum sum sínum móðurmáli.

 

Katrin Thorsvig Hansen fór til Danmarkar at lesa løgfrøði í 2002.

- Eftir lesnaðin fekk hon starv, fyrst í einum aðalráðið eina tíð, áðrenn hon fór yvir í Løgmálaráðið, har hon hevur starvast seinastu seks, sjey árini. So tað er ein stórur kapasitetur, sum vit hava hála heim til Føroya, sigur John Kølbæk, fúti.

 

Stór útskifting hevur verið í ákæruvaldinum í Føroyum seinastu mánaðirnar. Fyrst valdi Martin Gravesen, varafúti, at flyta aftur til Danmarkar. Síðani valdi Simone Romme, sum hevur starvast í ákæruvaldinum í tvey ár, eisini at takka fyri seg. Og at enda bleiv Linda Margrethe Hesselberg útnevnd til varafúta.

 

Men í teirra stað hevur løgreglan sett tríggjar føroyingar. Fyrst kom Bjørk Maria Kunoy í januar í ár. Síðani bleiv Ulrik í Hjøllum settur sum fulltrúi í summar, áðrenn Katrin Thorsvig Hansen nú er sett. Afturat teimum er ein donsk kvinna, Marie Buus Sørensen, sett í eitt tíðaravmarkað starv.

- So burtsæð frá Marie Buus Sørensen og Lindu Margrethe Hesselberg, eru tey øll føroyingar. Tað er gott, og gevur góð útlit til at tryggja eitt langtíðar støðufesti í arbeiðinum, sigur John Kølbæk.