Á filmskvøldinum í Norðurlandahúsinum í kvøld var tað filmurin Sæla, sum vann Geytan 2024.
Saman við heiðrinum sum besti stuttfilmur fylgja eisini 40.000 krónur.
11 filmar komu inn til kappingina, og hevur úrvalsnevndin valt hesar filmarnar burturúr, sum vóru innstillaðir:
- Andrias Høgenni við filminum, “Lið við lið”
- Brandur Teitsson við filminum, “Undir”
- Katrin Joensen-Næs við filminum, “SÆLA”
- Terji Mohr við filminum, “Død af Grin”
- Tóki Jansson við filminum, “Óveruliga verðin hjá Aldu”
Hesi vóru í kapping um virðislønirnar; Geytin á 40.000 kr, latið av Runavíkar kommunu, og Áskoðaravirðislønina á 30.000 kr, latið av Tórshavnar kommunu.
##med2##
##med3##
Eir í Ólavstovu var vertur. Hon er kend fyri at standa bæði aftan- og framman fyri upptøkutólið. Hon hevur leikstjórnað bæði heimildarfilm og fiktión, og hevur skrivað filmshandrit. Á Geytanum í 2022 gjørdi hon ikki mætari enn at fara av stað við báðum virðislønunum fyri heimildarstuttfilmin, “Sálarkvøl”.
##med4##
##med5##
Í úrvalsnevndini fyri Geytan sita umboð fyri Filmshúsið, Kringvarp Føroya, Føroysk Filmsfólk, Filmsfelagið og Klippfisk.
##med6##
##med7##
##med8##
Geytin skal birta, stimbra og eggja til áhuga fyri føroyskari stuttfilmslist. Geytakvøldið heiðrar føroyskari filmsframleiðslu og er eitt høvi fyri filmsfólk og filmsáhugaði at hittast.
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##