Katrin rør hálvfinalu

Í dag fæst helst at vita, hvørt Kartin Olsen skal røkka stóra máli sínum um at rógva seg fram til eitt OL-pláss. Saman við Juliane Elmander skal Katrin í dag rógva hálvfinalu í HM-kappingini, og vinna tær seg her fram til finaluna, er OL-luttøkan tryggjað.

Tær báðar hava fyrr í ár vunnið World-Cup kappingina, og tí verða tær avgjørt roknaðar millum favorittarnar at røkka finaluni. Skuldi hetta av onkrari orsøk ikki eydnast, eru allir møguleikar tó ikki uppi, tí teir báðir bestu bátarnir í B-finaluni vinna sær eisini rætt til OL-luttøku.