Katrin sær ljóst upp á tað

Sunnumorgunin klokkan 8.10 fer føroyski rógvarin, Katrin Olsen, fyri fyrstu ferð at royna seg í OL kappingini í Bejing. Í samrøðu við Politiken í gjárkvøldið sigur Katrin seg vera bjartskygda.

-Vit fara at vinna. Ætlanin er at rógva uttan minsta mistakið, og donsku rógvararnir fara at vinna tríggjar gullkrónur, sigur Katrin Olsen.

Umframt gull í teirra kapping roknar Katrin Olsen við, at danir eisini fara at vinna gull í fýraranum við monnum, sum danir leingi hava rópt guldfireren, og í lætta mannfólkabátinum við tveimum rógvarum.

Í guldfireren er Eskild Ebbesen, sum føroyskir rógvarar komast væl við, tí hann hevur lagt føroyskum rógvarum lag á, umframt at hann sjálvur hevur róð við 8-mannafarinum Nevinum Reyða.

Katrin Olsen og makkarin, Juliane Elander, fara í fyrsta innleiðandi umfarinum og í triðja raðnum, sum verður klokkan 8.10, at kappast ímóti Cuba, Japan, Kina og Korea. Fremsti og næstfremsti báturin fara beinleiðis í hálvfinaluna.