Felagið Kaupthing er flutt í nýggj høli við Tinghúsvegin í Havn. Hetta eru húsini, har Føroya Sparikassi helt til, áðrenn hesin fyri kortum flutti í húsini Yviri við Strond.
Í samband við, at Kaupthing flutti í nýggju hølini, var móttøka hódagin seinnapartin.
Í samband við móttøkuna og flytingina lat Kaupthing eisini eina gávu. Nýggja felagið í føroyska fíggjarheiminum lat gávu til nýggja songfulgin á føroyska stjørnuhválvinum. Kaupthing lat Eivør Pálsdóttir eina gávu til fløguinnspæling.
Stjórin í Kaupthing, Petur Holm, sigur, at talan er um gávu til eina dygdar fløgu og fløgan hevur ikki fyri neyðini at verða útgivin, men heldur kann talan verða um eina fløgu, sum Eivør kann nýta í lýsingarfremjandi tiltøkum og fyri at koma sær fram. Kanska eisini uttan fyri landoddarnar. Eivør Pálsdóttir er av yngstu, men best umtóktu, nøvnum í føroyska tónleikaheiminum í dag. Gávan frá nýggjasta felagnum í føroyska fíggjarheiminum má sigast at falla á eitt stað, har tað kann væntast, at framtíðin er bjørt og har slík gáva kann væntast at bera frukt.
Kaupthing byrjaði sítt virksemi í Føroyum hin 1. mars 2000. Síðani hava Kaupthing og Føroya Sparikassi í felag stovnað felagið Kaupthing Føroyar. Felagið bjóðar tænastur og ráðgeving innan handil og virðisbrævamarknaðinngurólvi undan fyrsta FM róðrinum, men ta ferðina kiksaðu havnargenturnar.
Í kappingini millum 6-mannafør við monnum verður talan um innahýsis kapping í Sundalagnum. Hvessingur vann í Klaksvík, men hann fekk sera stóra mótstøðu frá Hósvíkingi, og eisini kollfirðingur vísti, at hann var væl við. Hesir tríggir bátarnir fara at liggja í miðjuni, tá startskotið í dag gongur av.
Vágagentur vóru nógv tær stinnastu í Klaksvík. Aftur í dag luttaka seytjan gentubátar. Frúgvin úr Miðvági liggur í miðjuni. Undir aðrar liðini fer hon at hava Beintu úr Miðvági, og undir hinari liðini fer Ørnin úr Sandavági at liggja.
Nýggja Tjaldrið vann sera sannførandi dreingjaróðurin í Klaksvík. Sum vit nevndu omanfyri, so hava onkrir av manningini verið eitt sindur sjúkir í hesi vikuni, men teir vera ivaleyst stinnir í dag, tá teir fara at gera eina nýggja roynd at verja heiðurin hjá róðrarfelagnum NSÍ. Størstu kappingina fara teir at fáa frá FM vinnaranum frá í gjør, Havfrúnni úr Vestmanna, og á Norðoyarstevnu vísti Kollur úr Kollafirði, at teir ætla sær at verða uppií, har tað gongur fyri seg.
Startdómarar í dag eru Kristian Martin Joensen og Martin Berg meðan Trúgvi Johansen er høvuðsdómari.