Kaupthing í tvey ár

Vestmanna Ítróttarfelag ( VÍF) hevur gjørt nýggja stuðulsavtalu við Kaupthing Virðisbrævameklarafelag P/F, ið inniberð, at Kaupthing komandi tvey árini verður høvuðsstuðul hjá VÍF.
Kaupthing hevur seinastu árini verði ein av stuðlum felagsins og eru partarnir komnir ásamt um, at  Kaupthing verður høvuðsstuðul felagsins frá og við kappingarárinum 2004/05.
Stuðulsavtalan varð undirskrivað av báðum pørtum í Ítróttarhøllini í Vestmanna, sunnudagin 24. oktober, aftaná dystin millum VÍF og KÍF, 1. deild menn.
Petur Holm stjóri í Kaupthing Virðisbrævameklarafelag P/F sigur, at VÍF gjøgnum tíðirnar hevur víst seg sum eitt tað dyggasta hondbóltsfelagið í landinum, og at Kaupthing tí fegnast um, at tað var gjørligt at gerast høvuðsstuðul hjá VÍF.
Eyðun Leo, formaður í VÍF sigur, at .tað hevur stóran týdning fyri felagssarbeiði, at VÍF hevur góðar stuðlar í vinnulívinum, sum tryggja fíggjarliga grundarlagið hjá felagnum.
- Uttan slíkar hevði verið ógvuliga trupult, kanska ógjørligt, at útint tað arbeiðið, sum verður gjørt í VÍF í dag. Tí fegnast vit um, at Kaupthing, sum frammanundan hevur stuðlað VÍF, nú vildi gerast høvuðsstuðul hjá felagnum komandi tvey kappingarárini.