Kavarar leita eftir svørtum kassum eftir flogvanlukku

2600 fólk leita efir vrak- og líklutum á sjónum, eftir at eitt flogfar datt niður uttan fyri Jakarta leygardagin

 

Indonesiskir kavarar hava funnið eina turbinu frá einum flogfari við 62 ferðafólkum, sum datt niður, fáar minuttir eftir at tað fór á flog leygardagin.

Tað siga indonesiskir embætismenn í morgun.

Kavarar hava longu funnið partar av líkum og vraklutir, sum hildið verður eru frá Sriwijaya Air Boeing 737-500 flogfarinum, sum hvarv av radaranum umleið fýra minuttir eftir fráferð av flogvøllinum í Jakarta.

– Eitt skip hjá flotanum, sum er útgjørt við trídimensjonellum ekkoloddi, fann turbinuna, sigur Orri Ronsumbre, ábyrgdarpersónur í flotanum.

Signal frá teimum báðum svørtu kassunum eru staðfest. Svørtu kassarnir hava upptøkur við dátum og talu frá flogferðini.

Kanningarfólk vóna at kunna brúka dátur frá upptøkunum til at greiða orsøkina til vanlukkuna.

##med3##

Tilsamans 2600 fólk eru við í arbeiðinum at taka vraklutir og lík upp úr sjónum, har tað er 23 metra dýpi, við tyrlum og bátum.

Fleiri posar eru fyltir við líklutum og sendir til eitt løgreglusjúkrahús, har kanningarfólk vóna at eyðmerkja ofrini við at kanna DNA frá skyldfólki.

Øll tey 62 ferðafólkini umborð á flogfarinum, sum var hálvfult, vóru indonesar. Tíggju teirra vóru børn.

Flogfarið, sum lágprísfelagið Sriwijaya Air eigur, hevði kós ímóti Pontianak á oynni Borneo, tá tey mistu sambandið við flogfari.

Flightradar24, sum er ein tænasta, sum fylgi flogferðsluni, upplýsti leygardagin, at flogfarið misti meira enn 10.000 føtur í hædd – umleið tríggjar kilometrar – upp á minni enn ein minutt.

##med4##

Tað hendi fýra minuttir eftir, at flogfarið varð farið av flogvøllinum í Jakarta.

Flogfarið er eitt Boeing 737-500 og er 27 ára gamalt.

Eitt Boeing 737 MAX-flogfari frá indonesiska flogfelagnum Lion Air datt í 2018 niður uttan fyri Jakarta. Øll tey 189 fólkini umborð doyðu.

/ritzau/dpa