Løgreglan í suðuramerikanska landinum Kolombia hevur funnið ein heimagjørdan kavbát, sum eigararnir skuldu brúka til at flyta rúsevni við. Kavbáturin er 16 metrar langur og er útgjørdur við allari nútímans tøkni. Hildið verður, at hann kundi ferma seks tons av rúsevnum, og at fimm mans skuldu manna hann.
Myndugleikarnir siga, at uppreistrarrørslan FARC átti bátin, og at hann skuldi fara fyrsta túrin hósdagin við rúsevnafarmi fyri FARC og aðrar felagsskapir. Kolombiska løgreglan sigur, at hetta er helst tað størsta rúsevnafarið, sum er smíðað har í landinum í ár, og at kavbáturin hevur kostað einar tvær milliónir dollararar.
Kavbáturin var í býnum Buenaventura, tá myndugleikarnir løgdu hald á hann, og har er hann enn.