Kavi leyp á bil og síðurútur brotnaði

- Førari og barn vóru í bilinum, og í lopinum brotnaði ein síðurútur.Tíbetur var eingin persónsskaði, men sjálvsagt vóru tey í bilinum skelkað.

Nú rættiligt blot er komið í kavan, sum hevur ligið seinastu dagarnar, kann vandi vera fyri, at kavi ríður oman, har brattlendi er.

 

Í morgun hevur løgreglan eisini fingið tvær fráboðanir um skalvalop, tó at talan ikki er um tann heilt nógva kavan, sum er komin oman.

 

Báðar fráboðaninar eru um leiðina vestan fyri Leynatunnilin, har nakað av kava eftir øllum at døma er riðið oman úr hæddini og oman á landsvegin.

 

Vakleiðarin visti í morgun at siga um ein bil, sum skalvur leyp á - júst, tá hann skuldi fara inn í Leynatunnilin.

 

Bilurin kom úr rundkoyringini oman fyri Leynar, og hann var júst á veg inn í tunnilin, tá lopið kom.

 

Førari og barn vóru í bilinum, og í lopinum brotnaði ein síðurútur í bilinum. Tíbetur var eingin fólkaskaði, men sjálvsagt vóru tey í bilinum skelkað.

 

Løgreglan sigur, at tað var ikki nógvur kavi, sum rakti bilin, men tað, sum kom oman hesa løtu, rakti so beint á bilin.

 

- Nú blot er komið i kavan, er neyðugt at vísa størsta varsemi á landsvegnum, har høgt er uppfyri, leggur vaktleiðarin aftrat í morgun.