Kawasaki VN 2000 er ein tann størsta motorsúkklan av sínum slagi við V2 motori á marknaðinum. Motorurin við 2.053 cc og 103 hk hevur eitt botntrekk upp á 177 Nm við 3200 snún/min og koyrir frá 0-100 km/t upp á 4,1 sekund og toppferðin er 210 km/t.
Kawasaki VN 2000 er ein sonevnd Cruisersúkkla. Málsetningurin hjá Kawasaki í Japan er at gera VN 2000 eina tekniskt framkomna, væl virkandi og trygga súkklu. Hon er útgjørd við allari tekniskari útgerð, sum hoyrir til eina slíka súkklu.
Í 2008 útgávuni er Kawasaki VN 2000 dagførd við ymiskum tekniskum broytingum. At síggja til er størsta broyingin forlyktin, sum nú situr sjálvstøðug millum forgaflarnar í mun til forgangarin, sum hevði innbygda forlykt.
Nýggja VN 2000 tekur seg væl út og er góð at sita á og at koyra. Hon er sera kvik, og koyriegineikarnir eru heilt í topp og instrumentini eru løtt at avlesa undir koyring.
Tað er MC-Sølan á Norðasta Horni í Havn sum umboðar Kawasaki motorsúkklurnar.
Fyritøkan umboðar motorsúkklumerkini Suzuki, Kawasaki og Ducati.
Á heimasíðuni: www.mc-solan.fo eru upplýsingar um úrvalið av t.d. motorsúkklum og skutarum og hópin av leinkjum til aðrar MC-síður.