Tað hevur gingið illa hjá Keflavík og Símuni Samuelsen, síðani teir fyri stuttum av danska FCM vórðu varpaðir úr UEFA Cup. Keflavík hevur spælt tríggjar ferðir seinastu stóru vikuna, og teir hava einki fingið burturúr.
Næstsíðsta hóskvøld taptu teir 3-0 á heimavølli ímóti Breiðablik. Sunnudagin taptu teir á útivølli í Kópavogi 3-1 ímóti HK í steypakappingini, og hóskvøldið í hesi vikuni taptu teir 2-1 á sama vølli í landskappingini.
Símun Samuelsen var hóskvøldið sum altíð ímillum teir fyrstu ellivu hjá Keflavík. Í 1. hálvleiki, sum var málleysur, misnýtti Keflavík brotsspark. Í 2. hálvleiki javnaði Keflavík til 1-1 við brotssparki, men fram ímóti dystarenda skoraði heimaliðið sigursmálið til 2-1.
Merkisverdastu úrslitini í 13. umfari hóskvøldið vóru, at botnliðið Fram úr Reykjavík megnaði 3-3 á Hafnafirði ímóti toppliðnum FH, og at KR vann 1-0 á Vikingi. Hetta var bara annar sigurin hjá gamla felagnum hjá Rógva Jacobsen.
Úrslitini í 13. umfari: HK-Keflavík 2-1, FH-Fram 3-3, Víkingur-KR 0-1, Valur-Breiðablik 2-2,
ÍA-Fylkir 0-2
Eftir 13 umfør (FH og HK 12 dystir) er støðan: FH 27 stig, Valur 25 stig, ÍA 21 stig, Fylkir 21 stig, Breiðablik 18 stig, Keflavík 18 stig, HK 14 stig, Víkingur 12 stig, KR 10 stig og Fram 9 stig.