Keita tvífaldur málskjútti

Giza Hoyvík vann í dag ruddiligan sigur á útivølli ímóti Víkingi

Tað var als eingin slingur í valsinum, tá ið Giza Hoyvík seinnapartin vitjaði í Leirvík.

Giza Hoyvík vann 4-0 ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi eftir hálvleiksstøðuna 1-0.

Heimaliðið helt tørn í 40 minuttir, áðrenn Jón Samuelsen eftir horna setti hol á fyri Giza Hoyvík.

 

Fyrstu løtuna eftir steðgin skoraði Ahmed Keita tvær ferðir, og harvið var tað avgjørt, at øll stigini skuldu í viðføri hjá gestunum suður aftur í høvuðsstaðin. Tjúgu minuttir undan leikloki staðfesti Emil Ronaldsson trivaliga sigurin.

Mikkjal T. Hentze var ógvuliga eyðsýndur, tí hann legði upp til trý av málunum. Ahmed Keita hevur tilsaman sikorað átta mál í landskappingini higartil í ár.

Næsta vikuskifti heldur næstbesta deildin frí. Men grundlógardag – sunnudagin 5. juni – skal Giza Hoyvík spæla á norðoyastevnu. Talan er um útsetta dystin í níggjunda umfari ímóti teimum næstbestu hjá KÍ.