Kekkar skriva undir

Samráðingarnar um at seta eina amerikanska radarastøð upp í Kekkia eru komnar so væl áleiðis, at sambært kekkisku stjórnini er klárt at skriva undir avtaluna í næstu viku. Tá fer kekkiski forsætisráðharrin, Mirek Topolanek, til Washington at vitja, og har ætlar hann at skriva undir avtaluna saman við George W. Bush, forseta, skrivarAP. Kekkiski forsætisráðharrin gjørdi tó greitt í gjár, at avtalan verður ikki sett í verk, fyrr enn USA og Pólland eru vorðin samd um, at USA kann seta rakettir upp í Póllandi.