Kekkiskur dómari dømir KÍ-Borac Banja Luka

Ondřej Berka skal leiða dystin í Europa League undankappingini

Hóskvøldið klokkan 18 spælir KÍ fyrra dystin í triðja undanumfarinum í Europa League. Dysturin verður leiktur á Tórsvølli.

 

Mótstøðuliðið verður Borac Banja Luka, ið fyri tveimum árum síðani tapti fyri B36 í Conference League undankappingini aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.

 

Tað verður 36 ára gamli, Ondřej Berka úr Kekkia, ið verður høvuðsdómari til dystin.

 

Ondřej Berka hevur dømt altjóða dystir síðani 2021, so hann hevur nakað av altjóða royndum.

 

Ondřej Berka hevur tó dømt dystir í bestu kekkisku fótbóltsdeildini síðani 2014.

 

KÍ (FRO) - FK BORAC BANJA LUKA (BIH)

Dómari: Ondřej Berka CZE

Hjálpardómari 1: Matěj Vlček CZE

 

Hjálpardómari 2: Lukáš Machač CZE

Fjórði dómari: Jan Všetečka CZE

VAR dómari: Piotr Lasyk POL

VAR hjálpardómari: Paweł Pskit POL

UEFA Dómaraeygleiðari: Gylfi Þór Orrason ISL

UEFA Umboð: Joseph O’Brien IRL