Amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, ætlar at senda hermenn frá amerikanska herinum í býin Chicago í statinum Illinois.
Tað siga ónevnd embætisfólk við The Washington Post.
Deildin ætlar millum annað møguliga at seta í minsta lagi nakrar túsund limir í tjóðarhirðuni, siga embætisfólkini.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, segði fríggjadagin, at býirnir Chicago og New York City kunnu vera teir næstu býirnir, hann vendir ljóskastaranum á í eini roynd at berjast móti millum annað brotsverkum.
Hann upplýsti, at "Chicago er fullkomiliga oyðilagdur" ("a mess").
Fyrr í august sendi Trump 800 hermenn frá tjóðarhirðini í amerikanska samveldishøvuðsstaðin, Washington D.C.
Amerikanska løgmálaráðið boðaði í januar frá, at harðlig brotsverk í Washington D.C. var á lægsta støði í 30 ár.
Men Trump heldur, at tey hava mist tamarhaldið á kriminalitetinum.
Tá Hvítu Húsini vórðu spurd um viðmerkingar, vístu tey til útsøgnina hjá Trump fríggjadagin. Pentagon skrivar í eini fráboðan, at tað ikki fer at hugsa um fleiri tiltøk.
Chicago, New York og Washington D.C. hava øll demokratiskar borgarstjórar, meðan Trump er úr Republikanska flokkinum.
Tjóðarhirðan í USA er vanliga undir stýrinum hjá guvernørinum í teimum einstøku statunum, men er eisini undir stýrinum hjá samveldisstjórnini. Hetta merkir, at hermenninir kunnu fyriskipast av landsins forseta.
Í høvuðsstaðnum er tað bara forsetin, sum kann seta tjóðarhirðina inn.
Ætlanin um at seta inn í tjóðarheriðina í Chicago hevur verið í gongd í fleiri vikur, siga keldur hjá The Washington Post.
Fyrr í summar sendi Trump eisini tjóðarhirðina í býin Los Angeles í Kalifornia. Guvernørurin í Kalifornia, Gavin Newsom, er eisini demokratur, og Trump hevur fleiri ferðir funnist harðliga at honum alment.
Newsom hevur verið mettur av nógvum eygleiðarum at vera demokratiska forsetavalevnið til næsta forsetaval.
Chicago er triðstørsti býur í USA eftir New York og Los Angeles. Í býnum búgva 2,7 milliónir fólk og hevur næststørstu løgreglu í landinum.
Ritzau/Reuters