Charles kongur hávirðir ukrainska fólkið

- Um 100 ár fara vit framvegis at hátíðarhalda Ukraina um sjálvstøðugt land, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj

Tað er tjóðardagur í Ukraina í dag, og tað eru fleiri lond, sum hava ynskt landinum og forseta landsins tillukku á degnum.

 

Millum leiðarar og umboð fyri lond, sum hava ynskt forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, tillukku, eru eitt nú amerikanski forsetin, Donald Trump, bretski Charles-kongur og kinesiski forsetin, Xi Jinping.

 

Hetta vita fleiri tíðindastovur at siga í dag.

 

- Eg hávirði mótið hjá ukrainska fólkinum, og eg vóni, at okkara land hann halda fram við samstarvinum at fáa í lag ein varandi og rættvísan frið í Ukraina, sigur bretski kongurin í brævi til ukrainska forsetan.

 

Kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney, er í Kyiv í dag í samband við ukrainska tjóðardagin.

 

Tað var hin 24. august í 1991, at Ukraina lýsti seg sum sjálvstøðugt land - nakrar mánaðir fyri, at Sovjetsamveldið datt sundur.

 

- Um 100 ár fara vit framvegis at hátíðarhalda Ukraina um sjálvstøðugt land, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í einari røðu til ukrainska fólkið.