Tað kom illa við hjá teimum flestu, at Eik Banki mátti leggja kongin í oktober mánaði í fjør, eisini hjá Kemilux Industy. Og tað hjálpti sanniliga ikki um, at eisini Fiskavirking tveir mánaðir seinni fór sama veg.
Men fyri reinsievnis framleiðaran er tað gleðiliga hent, at útflutningurin er í vøkstri.
- Ja, tað er hann. Vit hava havt nóg mikið at gera higartil í januar og februar við at flyta vøru út og tað er nóg mikið fram til mars eisini, sigur Debes Petersen, stjóri í Kemilux.
Fyrradagin fyltu teir á Kemilux ein trailara við 33 plattum av sápu, sum skuldi avskipast til Hirtshals.
- Hirtshals tekur sum er móti størstu mongdini av okkara útflutningi, men Ísland og Noregi eru eftir hondini eisini komin væl við seinnu árini, og verður gongdin hin sama, koma hesi skjótt upp á sama støði sum Danmark, sigur Debes Petersen.
Víðka um marknaðin
Marknaðarføringin hjá fyritøkuni er í einari eitt sindur serligari støðu.
- Vit hava umboð í øllum teimum londum, sum vt útflyta til, men tað eru serliga føroyingarnir umborð á útlendsku skipunum, sum hava ina stóra ávirkan á okkara útflutning. Tað eru ofta teir, sum yvirmenn á skipunum, sum fáa okkara vørur umborð, og eru tær fyrst komnar umborð, halda reiðaríini fram við at keypa, sigur Debes Petersen.
Tað er serliga S1 Extra, ið verður nútt til »allan lort«, sum stjórin málber seg, ið eigur bróðurpartin av útflutninginum hjá Kemilux.
- Vit framleiða 10 tons av S1 Extra um vikuna, og av teimum 160 tonsunum av sápu, sum vit higartil hava flutt út í ár, er meginparturin S1 Extra, sigur Debes Petersen.
Men Kemilux flytir ikki bara út til Danmark, Ísland og Noregi.
- Nei, vit eru eisini í Grønlandi, Canada og Skotlandi, og í løtuni verður arbeitt við at koma inn á týska og franska marknaðin, sigur Debes Petersen.
Sær betri út
Fjóðri ársfjórðingur í fjør var rættiliga tungur hjá Kemilux. Húsagangurin hjá Eik Banka í oktober og hjá Fiskavirking í desember førdi til, at felagið bleiv kroyst, men við nógv økta útflutninginum fyrst í hesum árinum og teirri sannroynd, at fleiri av virkjunum hjá fyrrverandi fiskavirking skjótt eru í framleiðslu aftur, ger, at nú sær betri út.
- Skipini eru farin í drift aftur, flakavirkini fara skjótt eisini undir framleiðslu aftur, og við einari alivinnu, sum gongur rættiliga væl, so sær betur út nú, staðfestir Debes Petersen.
Júst alivinnan hevur verið ein stór hjálp fyri Kemilux fjórða ársfjórðing, tá alt annað raplaði saman, men Kemilux hevur eisini kappingarneytar úr útlondunum.
- Kappingin á økinum er hørð, og fleiri útlendskir veitarar eru á marknaðinum, men tað tykist kortini, at føroyingar í stóran mun keypa føroyskt, tó at tað altíð kundi verið meir, sigur Debes Petersen.
Citrónuppvask toppar
Til ídnaðin er tað serliga S1 Extra, sum Kemilux selur, men teir hava eisini eina røð av framleiðslum til húsarhaldini. Á ídnaðarøkinum er føroyska sápuframleiðarin væl við á flakavirkjunum og umborð á skipunum, men eisini onnur stovnar og virkir eru við.
- Jú, vit eru eisini inni á matstovum, hotellum, skúlum, sjúkrahúsum og øðrum stovnum, men eisini her er galdandi, at kappingin er ógvuliga hørð, sigur Debes Petersen.
Hann sigur, at kommunurnar eru rættiliga raskar at keypa føroyska framleiðslu, og tað eru føroyingar eisini í síni heild, tó at hann sigur, at tað sjálvandi kundi verið eitt sindur meir. Men tá tað kemur til ein toppskorarar innan framleiðsluna hjá Kemilux, er eingin ivi.
- Tað er Citrónuppvaskið, sum allir føroyingar kenna. Tað framleiða vit rættiliga nógv av, og í fjør seldu vit einar 120.000 dunkar av citónuppvaski, sigur Debes Petersen.