Tað merkist eisini hjá føroyska veitaranum - Kemilux - at fólk stúra fyri corona-virusi, sum nú eisini er staðfest í Føroyum. Í morgun er nevniliga almannakunngjørt, at ein føroyingur, sum er komin úr París, er staðfestur smittaður.
Andreas F. Hansen, søluleiðari hjá Kemilux, sum eitt nú framleiðir hondspritt, sigur, at sølan av spritti er eksploderað seinastu dagarnar.
- Eftirspurningurin er fleirfaldaður, og tað eru eisini nógvar fyritøkur og stovar, sum vanliga ikki eru viðskiftakundar hjá okkum, sum nú venda sær til Kemilux.
Søluleiðarin sigur, at eftirspurningurin er so stórur, at tað rættiliga stendur á at nøkta tørvin.
- Eitt er sjálvt sprittið, og annað er íløtini ella dunkarnir, sum sprittið er í. Vit selja spritt í fýra ymiskum nøgdum - 75 ml., 300 ml., 1 litur og 5 litur dunkar.
Andreas F. Hansen sigur, at tað, sum fólk vanliga hava standandi við vaskið, er 300 ml. ílatið við pumpu - og 75 ml. er ílatið, sum eitt nú kann havast í einari tasku.
- Ílatið við einum litri er tað vanliga, sum eitt nú virkir og størri arbeiðspláss hava hangandi uppi til arbeiðsfólkið.
Men, tað er ikki bara sølan av spritti, sum er nógv vaksin hjá føroyska veitaranum.
- Vit eru helst størsti veitari av einnýtishanskum, og hetta hevur sína orsøk í, at vit eisini eru veitarar av sápu til alla reingerð.
Andreas F. Hansen sigur, at Kemilux eisini selur ymiskar maskur, bæði til vaskiarbeiði og ymiskt handverksarbeiði.
- Tað er serliga sølan av spritti, sum er eksploderað, men vit merkja eisini øktan eftirspurning eftir einnýtishandskum og maskum, sigur søluleiðarin hjá Kemilux, sum heldur fyri, at hetta minnir ikki sørt um undantaksstøðu.