Eftir at hava arbeitt í 25 ár í Havnini fór Edward í Puntabyrgi, sum er ættaður úr Puntabyrgi í Trongisvági, seinasta fríggjadag suður aftur til Trongisvágs at búgva. Hann verður 67 ár í mai.
Edward var ein býarmynd í Havn. Hann var altíð at síggja í býnum, tá t.d. ein ljóspera var brostin á veganetinum hjá Tórshavnar Kommunu, var hann skjótur at klúgva upp í ljósmastrina og skifta hana.
Edward kom til Havnar at arbeiða í september 1979. Fyrstu árini á byggivirkinum hjá bróðurinum Finn í Puntabyrgi og seinastu 16 árini á deildini, sum umsitur gøtuljósini hjá Tórshavnar Kommunu.
Edward í Puntabyrgi er føddur í Trongisvági 26. mai 1937.
Foreldrini vóru: Nicolina, ið var ættað úr Puntabyrgi, og Kalli Hansen, ið var sonur kenda havnarmannin ið varð kallaður "Hans á bakka". Tey vóru átta systkin.
Foreldrini og trý systkin eru farin.
Hini systkini eru: Gunvør og Hansa, ið búgva í Danmark, Finn býr í Hoyvík og Kalli býr í Klaksvík.
Edward vaks upp millum dreingirnar í Puntabyrgi, ið nú eru spajddir runt á klótuni.
Á ungum árum var Edward í Danmark, har hann tók handilsskúlaprógv á Niels Brock. Heimafturkomin starvaðist hann á skrivstovuni hjá Kjølbro á Skála Skipasmiðju. Av heilsuávum mátti hann gevast við hesum innanduraarbeiði.
Sum barn var heilsan ikki góð, hann var ringur av astma. Men sum hann vaks og eldist, bardi hann hetta av sær.
Onkran túrin var hann til skips, var við eingilsmonnum og við garnabáti í Íslandi.
Hann var í fleiri ár í Grønlandi hjá GTO, har hann t.d. starvaðist sum linjumaður.
Lættur á sær hevur hann altíð verið serstakliga góður bakkamaður.
Eisini var hann koyrilærari í mong ár í Suðuroy.
Edward hevur altíð verið góður við Suðuroynna. Eftir 25 ár norðanfjørðs flytur hann nú suðuraftur. Hann hevur gjørt sær barnaheimið í Trongisvági í stand, so har er sera hugnaligt.
Edward er serstakliga hjálpsamur og altíð klárur við eini hjálpandi hond, tá á stendur, og kenna vit hann rætt, gongur hann ikki leingi fyri einki.
Myndatekstur:
1.
Á móttøkuni fríggjadagin fekk Edward blómur frá Viggo Christiansen, deildarleiðara fyri el og vatn hjá Tórshavnar Kommunu,
Viggo segði eisini nøkur orð og takkaði Edwardi fyri sera gott samstarv