Tað merkist, tá ein ferðaskrivstova ikki selur eina einastu ferð í hálvan annan mánaða. Soleiðis hevur verið hjá kendu ferðaskrivstovuni í Suðurjútlandi, Jasø Rejser. Seinnapartin í dag kom so fráboðanin um, at ferðaskrivstovan hevur gjørt av at fara í sjálvbodna likvidatión.
- Tað er við stórum sorgblídni, at vit mugu boða frá, at Jasø Rejser tíverri noyðist at fara í sjálvbodna likvidatión - við ongum seldum ferðum síðan hin 1. mars og tíverri heldur ikki við útlitum til, at nakað broytist fyribils. Tískil geva vit nú skarvin yvir.
Nakað soleiðis sigur stjórin í ferðaskrivstovuni, Jasø Rejser, Betina Schmidt, í tíðindaskrivi seinnapartin í dag. Hon yvirtók virksemið á heysti í 2018, eftir at Maj-Britt og Jan Sønnichsen, sum høvdu rikið ferðaskrivstovuna í meira enn 30 ár, valdu at gevast.
Í februar í ár avgjørdi Betina Schmidt, sum umframt Jasø Rejser eisini eigur ferðaskrivstovurnar, Findminrejse.dk og Aktivferie.dk, at lata skrivstovuna í Tønder aftur fyri at savna øll starvsfólkini og alt virksemi á einari felagsadressu í Fredericia.
- Vit hava nógv viðskiftafólk, sum hava keypt ferðir frá okkum gjøgnum mong ár, og tað er ógvuliga keðiigt at noyðast at svíka hesi og øll onnur, sum hava brúkt Jasø Rejser, sigur stjórin, Betina Schmidt.