Kend sangarinna við nýggjum navni og nýggjari trúgv

Fyrr kendu vit hana sum Sinead O'Connor, men nú skulu vit kalla hana Shuhada Davitt

Víðagitna írska sangarinnan, sum m.a. syngur sína egnu útgávu av Prince-lagnum “Nothing Compares to U”, broytti í mars navn frá Sinead O’Connor til Magda Davitt. Men nú hevur trimmaða sangarinnan aftur broytt meining og fer framyvir at eita Shuhada Davitt.

 

Navnabroytingin kemur í sambandi við, at hon hevur vent um til islam. Áðrenn hetta var hon katolikkur.

 

- Eg eri stolt av at kunna kunngera, at eg eri blivin muslimur. Allar skriftir leiða til islam. Sum ger allar aðrar skriftir óneyðugar. Eg fari at fáa eitt nýtt navn. Tað verður Shuhada.

 

Hetta skrivaði hon á Twitter í gjárkvøldið.

 

Hoyr lagið "Nothing Compares to U", sum hon syngur, her.