Kendir fransmenn í Grønlandi

Seinnapartin komu nakrar fyrrverandi franskar ítróttarstjørnur til Grønlands at spæla tveir vinardystir í fótbólti.

Í hópinum hjá franska felagnum Variétés Club de France eru kend nøvn sum eitt nú fótbóltsspælararnir Michel Platini, Didier Deschamps og Christian Karembeu, Arsenal-venjarin Arsene Wenger og tennisstjørnan Yannick Noah.

 

Men tað er minni enn so altíð, at allar stjørnurnar eru á ferð saman, og á ferðini í Grønlandi er fyrrverandi fótbóltsspælarin Robert Pires helst tann best kendi. Hann spældi í fleiri ár við Arsenal og hevur umboðað Frakland í 79 landsdystum. Eitt nú var hann á franska liðnum, sum vann HM í 1998 og EM tvey ár seinni.

 

Í kvøld skulu fransmenninir spæla ímóti einum liði, sum er mannað við kendum grønlendingum, og í morgin møta teir einum old boys-liði úr Nuuk.