Kendur bilførari latast leysur

Libysku myndugleikarnir hava gjørt av at lata 37 islamistar leysar, og millum teirra er ein maður, sum fyrr arbeiddi sum bilførari hjá sjálvum yvirgangsleiðaranum Osama bin-Laden. Bilførarin, sum eitur Abu Sofian Ben Guemou, sat í fangaleguni í Guantanamo, men varð latin Libya í 2007.

Keldur, sum hava gott samband við libysku stjórnina, siga, at umleið 150 islamistar afturat verða latnir leysir í næstum. Fangarnir hava verið ígjøgnum eina serliga endurútbúgvingarskipan, sum hevur til endamáls at fáa teir at venda sær frá øllum harðskapi, og sum skal fyrireika teir til at liva í tí lybyska samfelagnum.

Tað er ein stovnur, sum tveir synir hjá Muammar Gaddafi, forseta, standa á odda fyri, ið stendur fyri endurútbúgvingini. Arbeiðið byrjaði í 2007, og síðani eru 214 islamistar latnir leysir eftir at hava verið ígjøgnum skipanina, skrivar AFP.