Kendur bladstjóri sett fræls frá homosexuellum lívsstíli

Jenis av Rana

Charlene Cothran hevur seinastu 13 árini verið blaðstjóri á blaðnum Venus
Magazine, eitt blað ætlað svørtum homosexuellum amerikanarum. Í
farnu viku vitnaði hon um frelsu sína og tók frástøðu frá tí livihátti, hon hevur livað og virkað fyri alt tilkomna lív sítt.
- seinastu 23 árini havi eg ágangandi og eggjandi stuðlað søk teirra homosexuellu og lesbisku, sigur hon sambært tíðindastovuni ”One news”.
- eg havi lagt til rættis og verið við í ótaldum kravgongum og eg havi verið talskvinna í stríðnum fyri javnstøðu fyri homosexuell og lesbisk.
Víðari greiðir hon frá, at hon hesi árini eisini hevur givið stóran fíggjarligan stuðul til stríð teirra homosexuellu. Men eftir at hon gjørdist kristin, er lívið fullkomuliga broytt.
Greinin ber heitið: "tíggju háttir at koma úr homosexuella lívsstílinum, um
tú ynskir tað."
Sum blaðútgevari er hon komin á tal við menniskju í túsundatali. - eg havi
ávirkað túsundir at koma "út út skápinum" at standa fram sum homosexuell
og lesbisk. Men nú eri eg sjálv komin út úr skápinum - einaferð enn, greiðir hon frá.
Fyri stuttum upplivdi hon umbroytandi megi Guds koma yvir seg. Tað hendi,
tá hon gav seg yvir til Jesus Kristus. Heilagi Andin talaði beinleiðis við hana og gjørdi greitt, at hon hendan ávísa dagin mátti velja hvørjum hon vildi tæna.
– Hann gjørdi mær greitt, at valdi eg skeivt, so fór Guð at loyva mær at dríva so langt frá sær, at eg ongantíð aftur fór at kunna hoyra rødd hansara.
Har í bili mínum, á einum stórum parkeringsøki, gav eg Gudi hjarta mítt og sál mína, meðan tárini runnu niður eftir andlitinum. Og har upplivdi eg fyrigeving Hansara.
Charlene Cothran ætlar at halda á at arbeiða í sama umhvørvinum, men á ein
heilt annan hátt.
- eg verði eins beinleiðis í vitnisburði mínum sum trúgvandi, sum eg var í
farna lívi mínum.
Málbólkurin verður hin sami, men nú verður endamálið at eggja, útbúgva og hjálpa teimum, sum eru fangaði í homosexuella og lesbiska umhvørvinum, men sum ynskja at gerast fræls.