Kendur framleiðari ger nýggjan Bond film

Filmsframleiðarin Sam Mendes stendur handan nýggja Bond filmin. Tað er sami framleiðari, sum gjørdi Skyfall frá 2012.

 

Hann gjørdist av álvara kendur við filminum American Beauty, har sjónleikarin Kevin Spacey spældi leiklutin sum familjupápin Lester Burnham, sum verður forelskaður í einari ungari kvinnu.

 

Framleiðarin fekk eina Oscar virðisløn fyri hendan film, og síðani hevur hann staðið á odda fyri nógvar vælumtóktar filmar. Seinasti kendi filmurin hann var Bond filmurin Skyfall frá 2012. Og nú vita útlendskir miðlar at siga, at sami framleiðari aftur er til reiðar til James Bond.

 

Daniel Craig spælir enn einaferð leiklutin sum James Bond í nýggja filminum. Enn er ikki greitt nær nýggi Bond filmurin verður frumsýndur.