Maarten Arts hevur arbeitt saman við so stórum málmanslegendum, sum Toni Schumacher, Hans van Breukelen, Oliver Kahn og Jens Lehmann. Hann hevur samstarvssáttmálar við fótbóltssambondini í Týsklandi, Eysturríki og í Meksiko.
Seinasta vikuskiftið áðrenn effodeildin verður skotin í gongd skipar KÍ-málverjin, Meinhardt Joensen fyri einum elitu-venjingarskeiði fyri teir fremstu málverjarnar í føroyskum mansfótbólti. Skeiðið verður vikuskiftið 7. , 8. og 9. mars. Meinhardt Joensen vónar, at leiðslurnar og venjarararnir hjá effodeildsfeløgunum fara at melda sínar bestu málmenn til skeiðið hjá Maarten Arts, sum hevur ferðast til eitt ótal av londum at hava málmansvenjaraskeið á høgum støði.
Um kvøldarnar fer Marteen Arts at hava fyrilestrar í Eik Banka í Klaksvík, sum eru fyri øll, sum hava ein áhuga at vita meir um elitu-málmansvenjingar.
Við at trýsta á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra samrøður við Meinhardt Joensen og Maarten Arts, sum vóru á Rás2 seinnapartin fríggjadagin.