Í dag bórust deyðsboðini av svenska læknanum og professaranum, Hans Rosling.
Hann var lækni og professari í heilsu og varð altjóða víðakendur sum vísindamaðurin, ið var tikin úr leikum at greiða frá, og sum dugdi at gera vísindi so lættfatilig fyri almenninginum, at øll skiltu tey.
Seinastu tíðina er hann serliga kendur fyri fyrilestrar sína um flóttafólk, veksandi fólkatalið í heiminum, fátækadømið, og onnur onnur tórgreidd mál, men hann gjørdi tað so einfalt, at eisini leikfólk fóru at skilja samanhangin og har hann hevði eina hugsan, ið gekk ímóti tí, sum er vanlig fatan.
Ikki minst hevur hann gjørt sítt til at upplýsa um flóttafólkastreymin til Evropa hesi seinastu árini. Hann var 68 ár, nú hann doyði av krabbameini, sum hann fekk fyri einum ári síðani í brisinum.
Á youtube brotinum gevur hann fjølmiðlum ein skarpan gang í donsku sendingini Deadline hjá DR2