Í sambandi við at Klaksvíkar kommuna fyllir 100 ár í 2008 fær Klaksvík áhugaverda vitjan úr vinarbýnum Norrkøping. Talan er um Olle Nilsson, sum er ein rættiliga tungur drongur í tónleikaheiminum i Svøríki. Hann hevur spælt seg kenda í fleiri bólkum, men serliga við bólkinum Liverpool, sum einamest spælir Beatlesløg
Olle gørdist enn einaferð landskendur í Svøríki við at vinna í sjónvarpskappingini: Móti stjørnunum - herfyri. Har spældi hann ?imagine? hjá John Lennon; sum hann so vann við.
Hesin áhugaverdi tónleikarin, ið til sínar framførslur klæðir seg sum John Lennon og ikki er honum ólíkur, kemur at spæla á almennari framløgu um Norrkøping í býráðshøllini í Klaksvík hóskvøldið 3. apríl kl. 19.30.
Eisini verður hann at hitta í Dávavirkinum seinni um kvøldið ? kl. 21.30 og frameftir, har hann fer at greiða frá virki sínum sum tónleikari, og at sita og jamma saman við øðrum klaksvíkingum, verður sagt í tíðindaskrivi frá Mentanardeildini hjá Klaksvíkar kommunu.
Sí eisini: web.telia.com/~u11315048/contact.htm