Kenjanskur handil í Vestmanna

Omar Mote, ið er giftur úr Kenja til Vestmanna hevur saman við komu síni, Einu Mote, latið upp handil í kjallara sínum í Vestmanna við vørum úr Kenja.

Ikki er serliga vanligt, at koma á handlar í Føroyum, ið selja listhandverk úr fjarskotnum londum. Men í Vestmanna ber til at leita sær inn í handilin hjá Omar og Einu Mote, har ein kann keypa sær alskyns vørur úr Kenja í Afrika.


Er sjálvur úr Kenja

Omar Mote er sjálvur úr Kenja. Hann er giftur til Vestmanna við Einu. Tey arbeiða bæði, men tey fingu knappliga hugskotið, at stuttligt hevði verið at farið undir at reka handil við kenjanskum vørum.

Handilin hjá Omar og Einu opnaði 30 november, og hevur sølan roynst væl síðani. Hetta halda tey serliga kemst av, at nógvir av lutunum, ið tey selja, kunnu nýtast til gávulutir, og tískil er nógv selt til jóla.

Av tí at Omar sjálvur er úr Kenja og kennir til ymisk handilssambond har, ferðast hann sjálvur til Kenja á innkeypsferðir fyri handilin.


Marknaðurin ov lítil

Spurd um hon heldur, at Vestmanna er nóg stórur marknaður fyri ein slíkan serligan handil, svarar Eina, at marknaðurin í Vestmanna er ov lítil. Men hon veit, hvussu hon skal fáa selt vørurnar hóast alt. Tey ætla sær at ferðast runt á ymiskar sølustevnur kring landið at selja, og so er meiningin eisini at selja eitt sindur á sokallaðum "Home Patries".

Eina Mote sigur, at tað jú eisini ber til at selja á torginum í SMS av og á.

Hjúnini royndu seg við at selja á Ólavsøku í ár. Hetta gekk væl. Áhugin sýntist at vera góður fyri kenjansku vørunum, og tískil avgjørdu tey at royna seg við handilinum. Men ætlanin er ikki at gevast at selja á Ólavsøku. Eina Mote heldur Ólavsøkuna vera eitt frálíkt høvi at selja, og tískil ætla tey at halda áfram at selja á Ólavsøku.


Breitt úrval

Afrikanski handilin í Vestmanna hevur eitt breitt úrval av ymsikum eksotiskum vørum úr Kenja. Handilin selir bæði brúkslutir og prýðislutir í ymiskum afrikanskum sniðum. Nógvir av lutunum eru úr træði, men ymsikt er tó eisini gjørt úr steini. Eisni fáast turriklæði, dúkar, taskur, oyraringar og annað í handilinum hjá Einu og Omari.

Eina Mote sigur, at tey royna allatíðina at keypa ógvuliga breitt inn, so at okkurt er at fáa til sílin hjá tí einstaka.

Spurd, um tað ikki hevði verið betri at havt slíkan handil á størri plássi, svarar Eina, at tað er bíligari at vera heima í sínum egna kjallara enn at fara t.d. til Havnar og gjalda í dýrum dómum í leigu.

Eina Mota endar við, at ynskja øllum hjartaliga vælkomnum at vitja handil teirra í Vestmanna.