Syrgiliga vanlukkan á Vágsfirði í gjárkvøldið, sum kravdi eitt mannalív, verður í løtuni kannað.
Jaspur Vang, sýslumaður, sigur, at enn er ikki greitt, um maðurin druknaði, ella hann er deyður av aðrari orsøk.
- Hann var farin á flot í góðveðrinum í gjár, og vit vita stutt sagt ikki enn, hvat er hent, sigur Jaspur Vang.
Tað var um 18-tíðina í gjár, at ein maður varnaðist ein bát, sum lá og sló móti landi við Grønurnar uttast á Vágsfirði. Báturin fleyt tungur i sjónum, og tá maðuri kom til 8-mannafarið, sakk tað.
Maðurin sá einki fólk umborð á 8-mannafarinum, men gav politi og MRCC boð um hendingina, og fólk og froskmenn vóru skjótt á staðnum.
Kavarar funnu skjótt ein mann í stýrhúsinum á sokna bátinum, og hann var við tyrlu fluttur a tyrlupallin í Froðba og haðani við sjúkrabili á Tvøroyrar Sjúkrahús.
Har var staðfest, at maðurin, ið var 60 ára gamal, var deyður.
- Bjargingin gekk eftir umstøðunum væl, og øll tey, ið vóru við, gjørdu sítt ítarsta, sigur Jaspur Vang.
Hann veit sum nevnt ikki meira at siga um orsøkina til vanlukkuna, ella hvussu maðurin doyði.
Jens Petur Brattalíð tók myndina.