##med2##
Tvær megnar kvinnur, ið eisini eru vorðnar ein ímynd av KÍ eru Jórun og Jórun, ið tær verða nevndar í Klaksvík.
Talan er um Jórun Frimannsdóttir Jacobsen og Jórun Biskopstø, ið hava vaskað klæðir fyri KÍ í mong ár, umframt at taka onnur tøk fyri felagið.
Jórun Biskopstø er FM-vinnara mamma og omma. Hon er omma núverandi liðskiparan, Jákup Biskopstø Andreasen, og hon er mamma Jan Andreasen, ið var millum teir fremstu spælararnar hjá KÍ í 1990-unum tá KÍ eisini vann FM-heiti og steypaheiti.
Jórun Frimannsdóttir Jacobsen er eisini av fótbóltsætt, og er hon ommusystir Jóannes Bjartalíð, ið hevur verið millum teir allarbestu spælararnar í føroysku kappingini í ár.
Jórun og Jórun kenna seg væl í einum góðum og væl virkandi felagsskapi, og sjálvt um tað er burturav sjálvboðið arbeiði tær fáast við fyri KÍ, so kennir tær, at tær fáa nógva løn skilt á tann hátt, at tær uppliva nógvar góðar løtur við KÍ.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Gullradio-reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jórun og Jórun.