Kenni mær roykin av bananrepublikk standa mær í næsarnar?

Havandi í huga, at skeggið á hesi familjufyritøku, sum eigur húsið, sum Fiskimálastýrið nú skal leiga, stendur sera nær høkuni á vinnumálaráðharranum, sum er partamaður løgmans, haldi eg meg kenna roykin av bananrepublikk standa mær í nasarnar, sigur Dan R. Petersen, løgtingsmaður

Av teimum fimm spurningunum, sið varaðir eru, er tann fimti tann mest áhugaverdi Vit fáa at vita, at leigan av ognini yviri við Strond er 85.416 krónur fyri 1.332 m2 um mánaðin ella 769 krónur fermeturin um árið. Hesin prísur er 219 krónur hægri enn tann av landsstýrinum ásetti mitt í nítiárunum. Tá var hámarksprísurin 550 krónur fyri fermeturin.

Uppaftur áhugaverdari enn leigusáttmálin er keypsrætturin undir grein 5:

»14 milliónir fyri 1.332 m2 um keypt verður nú, og 17,140 um keypt verður um fýra ár.«

Til samanberingar kann nevnast, at Alberts Hall kostaði Landsstýrinum 11 milliónir. Tað kan vera munur á hesum bygningum, hóast tíðirnar eru nakað broyttar.

Sambært roknskapin hjá Marr og Co fyri 1997, tá nevndin skiftir frá Mortensen til Arge, er ognin bókað til kr 8.292 milliónir krónur.

Er roknskapurin eftirfarandi, og tað mugu vit vóna, at hann er, so er munurin millum bókað virði í 1997 og søluprísin í 1999 krónur 5,798 milliónir krónur - 5,798 milliónir krónur slattafrí inntøka, og Palleba betalir.

Hvør hevur vurdera ognina til henda prís?

Var tað ikki hesin bygningurin Toll og Skattstovan rýmdi úr, tí hann var ónýtiligur?

Fyri mær sær tað út, sum Fiskimálastýri hevur keypsrætt, men ikki forkeypsrætt. Tað er stórur munur á.

Fyri mær sært út, sum sáttmálin ikki bindur eigaran frá at selja til aðrar, um tað stingst upp á hann. Sambært sakkunnleikan, skal slíkur rættur tinglýsast sum seligur servituttur fyri at verða galdandi.

Ein siðsta spurning fari eg at loyva mær at seta: Skal Fíggjarmálaráðið ikki góðkenna ein slíkan sáttmála, og er tað gjørt?

Síðan svarið hjá løgmanni varð borið í tingið fyri eini viku síðani, hevu SvF kannað málið og funnið fram til, at fíggjarmálastýrið als ikki hevur góðkent leigusáttmálan, sum sambært løgmanni skal góðkennast av hesum stýri.

Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, sum ferð eftir ferð bedýrar fyri fólki, at hann skal ansa væl eftir borgarans peningi, sigur í SvF, at tað ongan týdning hevur, um hann góðkennir ella ikki. Sáttmálin er í øllum førum galdandi.

Hvørjum skal man trúgva, Anfinni Kallsberg ella Karsteni Hansen?

Og ein relevantur spurningur afturat: Hava aðrir húsaeigarar fingið líka favorabult tilboð um at leiga til fyrisitingina?

Eg fari at heita á landsstýrismálanevndina við Edmundi Joensen sum formanni at kanna øll viðurskifti viðvíkjandi hesi sak.

Havandi í huga, at skeggið á hesi familjufyritøku, sum eigur húsið, stendur sera nær høkuni á vinnumálaráðharranum, sum er partamaður løgmans, haldi eg meg kenna roykin av bananrepublikk standa mær í nasarnar.


Dan R. Petersen, løgtingsmaður


Leggjast kanna afturat, at síðani hetta er skrivað, hevur Edmund Joensen boðað frá, at Landsstýrismálanevndin fer at kanna málið

----------

Leigusáttmáli


Millum P/f Marr & Co., Tórshavn, niðanfyri nevndur eigarin, og Fiskimálastýrið, Tórshavn niðanfyrinevnt leigarin, er í dag gjørdur hesin leigusáttmáli:


§ 1

Tað leigaða

Leigarin leigar:

1). bygningin hjá P/f Marr & Co., Yviri við Strond nr. 19, matr. nr. 620z, gólvvídd 447 m2,

2). bygningin hjá P/f Marr & Co., Yviri við Strond nr. 17, matr. nr. 620x, til víddar 864 m2, tilsamans við millumgongd uppá 21 m2, íalt 1.332 m2 og

3). loftsrúm u.l. 120 m2


§ 2


Yvirtøka av tí leigaða

Tað leigaða verður yvirtikið í tí standi, sum leigarin hevur sýnað og góðtikið tað, jvb. tó 2. stykki, eftir at nýtt tak við mønureising er lagt á bygningin Yviri við Strond nr. 17, og neyðugar ábøtur eru gjørdar innan eftir leka, so sum ásett av Arbeiðseftirlitinum í skrivi frá 5. februar 1998.

Um so er, at krøv verða sett til tað leigaða av almennum myndugleikum sum frá Brunaumsjón Landsins, Arbeiðseftirliti ella øðrum, skal eigarin bera úteiðslurnar av hesum. Henda skyldan er tó í øllum leigutíðarskeiðnum avmarkað til tilsamans kr. 500.000,-. Um krøv verða sett fram, sum eru dýrari enn nevnda upphædd, skulu partarnir samráðast um eina loysn. Fæst eingin semja innan 3 mánaðar, kann leigarin siga sáttmálan upp við 6 mánaða freist.

§ 3

Longd leigumálsins

Leigumálið byrjar tann 1. desember 1998 og stendur við í 5 ár -fimm- ár frá nevnda degi at rokna, og kann aftaná hetta tíðarskeið verða sagt upp av báðum pørtum við 3 mánaða ávaring til tann 1. í einum mánaði.

§ 4

Nýtslan

Tað leigaða verður nýtt til skrivstovur og goymslu, herundir serstøk høli til bjargingarútgerð og kavaravirksemi, og má ikki nýtast til annað endamál, uttan at eigarin skrivliga samtykkir.

§ 5

Keypsrættur

Fiskimálastýrið hevur keypsrætt til ognina, matr. nr. 620z og ognina matr. nr. 620x fyri kr. 14.000.000,-. Henda upphædd er galdandi fram til 1. mai 1999. Aftaná 1. mai 1999 hækkar upphæddin við kr. 250.000,-, og aftaná hin 1. desember 1999 aftur við kr. 250.000,-. Aftaná 1. mai 2000 hækkar upphæddin aftur við kr. 330.000,-, og aftaná 1. desember 2000 aftur við kr. 330.000,- . Eftir hetta hækkar upphæddin við kr. 330.000,- aftaná hvønn 1. mai og 1. desember fram til 1. desember 2003, tá keypsrætturin dettur burtur.

Fyri keypsrættin eru annars hesar treytir galdandi:

- Keypsrætturin skal gerast galdandi fyri báðar ognirnar undir einum.

- Leigarin skal, samstundis sum keypsrætturin skrivliga verður gjørdur galdandi mótvegis eigaranum, deponera allan keypspeningin á konto í føroyskum peningastovni at leysgeva til eigaran, bert treytað av, at leigarin fær tinglýst skeyti uppá ognirnar uttan præjudiserandi rættarviðmerking.

- Er skeytið ikki tinglýst innan 3 mánaðar eftir, at keypsrætturin er gjørdur galdandi, og kann hetta ikki sigast at vera orsaka av eigarans ávum, er neyðugt hjá leigaranum at gera keypsrættin galdandi av nýggjum til tann prís, sum tá er galdandi.

- Leigarin keypir ognirnar í tí standi tær eru, tá keypsrætturin verður gjørdur galdandi við tí, sum eftir TL §§ 37 og 38 hoyrir ognini til.

- Yvirtøkudagurin er 5 dagar eftir at skeytið er tinglýst uttan præjudiserandi rættarviðmerkingar. Eftir henda dag liggja ognirnar fyri leigarans ábyrgd og rokning. Sama dag skal keypspeningurin leysgevast til eigaran.

- Eigarin og leigarin rinda útreiðslurnar av tinglýsing og av at seta upp skeyti í sambandi við keypið við eini helvt hvør.

§ 6

Leigan

Leigan er avtalað til kr. 85.416,- (skrivað krónur áttatifimmtúsundfýrahundaðogsekstan 00/100) um mánaðin - og verður at rinda tann 1. í mánaðinum frammanundan fyri viðkomandi mánaða á konto eigarans í føroyskum peningastovni, fyrstu ferð 1. desember 1998, sum er leigan fyri desember.

Leigarin rindar fyri el og fyri oljunýtslu. Uppgerð verður gjørd við inn- og útflyting.

§ 7

Umsiting og viðlíkahald

Leigarin skal fara varisliga við eldi og ljósi og í einum og øllum sita væl um tað leigaða í leigutíðini. Leigarin syrgir fyri burturkoyring av pappíri og øðrum ruski, sum stavar frá teimum leigaða hølunum.

Innanhýsis viðlíkahald av tí leigaða er fyri leigarans rokning, meðan viðlíkahald uttan - um annað ikki serliga er avtalað - er fyri eigarans rokning.

Eigarin heldur tún og parkeringspláss.

§ 8

Trygging

Eigarin heldur húsini tryggjað, meðan leigarin tryggjar egið innbúgv.

§ 9

Broytingar v.m.

Broytingar og nýgerðir av tí leigaða verða gjørdar í samráð við eigaran.

§ 10

Framleiga

Framleiga ella framlán av tí leigaða er ikki loyvd, uttan eigarin frammanundan hevur givið sítt skrivliga samtykki til tess.

§ 11

Hússiðir

Leigarin hevur skyldu til at halda góðan húsasið.

§ 12

Uppathald

Tá leigumálið heldur uppat, skal leigarin lata tað leigaða eftir umvælingar og broytingar, jvb. tó § 2, stk. 2 frá sær sum tað er, tó undantikið tað, sum farið er av elli og vanligum sliti.

Brek, ið eigarin átti at verið varugur við, kann hann ikki krevja endurgjald fyri, uttan so at hann hevur sagt leigaranum frá, innan tvær vikur eftir at leigumálið er lokið.

Hevur leigarin sjálvur sett lás í hurðarnar, skal hann geva allar lyklarnar frá sær.

§ 13

Eigarin hevur rætt til at seta leigumálið úr gildi uttan ávaring, um leigarin ger munandi brot á sáttmálan.

Sum dømi á munandi brot á sáttmálan kann nevnast:

1.Um so er, at leiga ikki er goldin í seinasta lagi 14 dagar aftaná gjaldsdagin. Útleigarin skal í hesum føri geva leigaranum skrivliga ávaring við heitan um inngjald, og freistin er her 14 dagar.

2.Um so er, at tað leigaða verður nýtt til annað endamál enn avtalað, og leigarin ikki heldur uppat við hesum, hóast eigarin skrivliga hevur átalað tað.

3.Um so er, at leigarin framleigar ella framlænir tað leigaða uttan loyvi.

4.Um so er, at leigarin misrøkir tað leigaða og ikki setur tað í stand uttan dvøl, tá eigarin krevur tað.

§ 14

Reglur um at flyta rættindi og skyldur

Leigarin kann flyta rættindi og skyldur sambært sáttmálanum til annað stýrið ella stovn, sum Føroya Landsstýri hevur fíggjarligu ábyrgdina av.

Eigarin kann selja bygningin til nýtt ella gamalt felag, sum er í somu konsern, sum eigarin, móti at keyparin yvirtekur allar skyldur mótvegis leigaranum.

§ 15

Tinglýsing

Hesin sáttmáli verður at tinglýsa á tær leigaðu ognirnar, matr. nr. 620 x og 620 z, men verður í hesum sambandi at víkja fyri øllum servituttum, byrðum og rættindum. Leigusáttmálin víkur somuleiðis fyri komandi mest møguligum prioritetslánum.

Útreiðslur í sambandi við tinglýsing ber leigarin.

Hesin sáttmáli verður undirskrivaður á tveimum eintøkum, og fær hvør parturin sítt eintak.


Tórshavn, hin 30. oktober 1998


Sum eigari:

P/F MARR & CO

Sum leigari:

FISKIMÁLASTÝRIÐ