Kennir lærarin onga ábyrgd av vánaligum føroyskum

? og er gott føroyskt mál, føroysk stavseting og mállæra ikki ov torfør, tá ið so nógv ikki duga at skriva og tosa sítt egna móðurmál

Las í Sosialinum í heyst hvassorðað harmljóð frá Jóannes Skaale, lærara, um málið í føroysku bløðunum, og eg haldi serliga í Sosialinum. Hann øtaðist, nýtti nýtti ógvuslig orð at vísa á, hvussu vánaliga bløðini málbóru seg. Og so allar villurnar. Den jammur.

Og sjálvsagt, sum journalistur, tó ikki serliga virkin í løtuni, so harmaðist eg, at so illa er statt málsliga hjá mínum starvsfeløgum og mær við. Vit duga ikki at skriva okkara egna móðurmál. Jóannes Skaale hevur rætt, eg ivist ikki í, at allir journalistar við mær eru keddir av, at móðurmálið verður so illa umboðað í bløðunum.

Eg haldi ikki at tíðindafólk skulu nýta ovnógva tíð at tváa hendurnar í sápulúti teirra óseku. Vit mugu ásanna, at føroyskt mál, undir teimum umstøðum sum tíðindamenn á bløðunum arbeiða, er eitt knortlut mál, skal tað verða reint skrivimál, og størri tíðarneyðin er, tess fleiri gerast villurnar. Hetta er ongin umbering, vit mugu leggja okkum í selan fyri at gera arbeiðið betri.

Eg fari í hesum sjónarmiði at nema við tveir lutir, sum kanska kundu gjørt, at enn fleiri føroyingar fara at duga at tosa og skriva á móðurmálinum, also føroyskum. Eg eri onga løtu í iva um, at vánaliga málið í fjølmiðlunum, bert er tað ovasta av ísfjallinum. Hvussu man standa til hjá vanliga føroyinginum, tá so illa stendur til hjá fólki, sum dagliga einki annað gera enn at skriva føroyskt, ella royna at skriva føroyskt.

Eg fari at nerta við tveir lutir. Tann fyrsti er leikluturin hjá okkara fólkaskúlalærarum, sum eru teir fyrstu til at læra føroyingar at skriva. Teir sleppa at ávirka hvønn einsta føroying, frá hann er sjey ára gamal og næstu 10 árini, tá ið hann sum 17 ára gamal stendur á gáttini til vaksna lívið. Teir eru tíðum teir hvassorðastu, tá tað velst um at leypa á onnur, sum ikki duga skriva. Eg lesi hetta oftast privat sum eitt slag av sjálvkritikki, hóast lærararnir ikki skriva soleiðis beinleiðis.

Síðan til hin lutin. Staðfest er í Føroyum, og tað við sjeytummaseymi av okkara málkønu, at ein rættuliga stórur partur, kanska størsti parturin av føroyinginum dugir als ikki at tosa á móðurmálinum og hvaðna verri at skriva, so tað bara minnir um føroyskt. Skulu vit ikki heldur leggja kortini á borðið, verða reiðilig og játta, at føroyskt er ov torført fyri fjøldina av føroyingum og heldur royna at finna eina lættari leið nærri móðirmálinum.

Vit kundu kanska umskrivað vitugu orðini hjá Muhamed, profeti, sála, og siga, at tá fjøldin ikki vil nærkast móðirmálinum, tí tað er so torskilt, lat so málið nærkast fjøldini. Tað er jú fjøldin sum nýtir málið og tað føroyingurin tosar vil til allar tíðir í hansara hugaheimi vera føroyskt, sum hann skilir føroyskt.

Nú eru hvøssu orðini hjá Jóannes Skaale sodnað og hvussu eg enn vendi hesum trupulleika, so fáið eg ikki annað burtur úr, enn at lærararnir í hvussu er eiga at taka ein part av skuldini fyri, at føroyskir blaðmenn skriva so vánaligt á móðurmálinum á egnar herðar.

Og meira eg hugsi, tess greiðari tess greiðari tykist tað mær, at háttvirdi Jóannes Skaale átti at verið eitt sindur meira eyðmjúkur, tá hann greiddi lesarum frá, at blaðmenn ikki duga at skriva føroyskt.

Og áðrenn vit fara víðari, so lat meg beinanvegin siga, at tað er ikki hvørjum manni beskorið at hava so gott bakland, hvat okkara móðurmáli viðvíkur sum Jóannes Skaale. Marius Johannesen, sáli, var ein úrmæligur í føroyskum og hevði stóran alsk til móðurmálið, og Jóannes hevur dugað væl at lurtað eftir Mariusi. Sjálvur veitti Marius mær manga fjálga og bøtandi hondina í málsligum tvístøðum. Málsligu vegleiðingarnar hjá Jóannes Skaale í fjølmiðlunum dugna málinum væl. Men tað kann ikki vera meiningin, at ein skal hava ein kapasitet av Mariusa formati tætt at sær í uppvøkstrinum, skal ein duga at skriva rætt føroyskt. Er soleiðis statt, so er also føroyska málið ov torført fyri vanlig fólk.

Kunnleikin til móðurmálið er hjá hvørjum tí einasta føroyskum tíðindamanni eitt beinleiðis úrslit av royndunum hjá føroyskum lærarum at læra føroyskar næmingar at skriva føroyskt. Úrslitið hjá okkara fólkaskúla at læra føroyingar at málbera seg og skriva gott á føroyskum, kann neyvan sigast at vera framúrskarandi. Tað vildi verið at gjørt ov nógv av.

Lærarar, sum undirvísa í føroyskum, áttu at klórað sær í nakkanum og spurt seg sjálvan. »Hvat gjørdu vit skeivt? Hvat gera vit skeivt? Hví eru okkara næmingar, sum nú eru blaðmenn, so vánaligir?«

Kanska áttu avvarandi myndugleikar og Móðurmálslærarafelagið við, at boðsent teimum lærarar sum undirvísa í føroyskum, fyri at vita um teir í heilatikið hava førleikan at undirvísa í móðurmálinum. Hava teir ikki, so mugu teir antin skúlast av nýggjum, ella mugu teir fáa sekkin.

Tað er vanligt aðrastaðni í samfelagnum, at dugir tú ikki títt arbeiði, so mást tú antin taka annað skinn um bak, ella missir tú starvið. Í Føroyum er ein lærari útlærdur, tá ið hann hevur tikið prógv, ja hann er tá útlærdur í allar ævir. Hann er fullkønur á sínum øki og nýtist ikki at læra meira, ynskir hann tað ikki sjálvur. Og vei tann, sum setir spurnartekin við hansara førleika. Heldur lærarin fingrarnar frá næmingunum bæði so og so, er hampuliga edrúur og lærir ikki ranga kristnilæru, so kann hann sita í sama starvi næstu fýrati árini, uttan at nakar hevur eftirlit við, um næmingarnir læra nakað ella ikki. Tað kemur stutt sagt ikki smørinum við. Og læra næmingarnir einki, so er tað í hvussu er ikki lærarin, sum hevur feilin. Eg minnist væl sjey árs royndina, men hon kom forbankað og seint.

Er ein lærarin fullkomiliga púrasta fyri ongum at læra frá sær í føroyskum, so kann hann, situr hann í eitt nú einum føroyskum bygdarskúla, forkoma møguleikanum hjá ættarliðið eftir ættarliðið eftir ættarlið av næmingum, at læra at skriva móðirmálið rætt. Í hesi grein tænir tað ongum endamáli at nevna nøvn, men eg kundi so syngjandi nevnt teir fyrstu 10 lærararnar, sum nú liggja undir grønutorvu, sum ikki megnaðu at fáa ein næming at skilja, hvussu ein skrivar bara nøkulunda rætt føroyskt og tíansheldur at málbera seg. Í grannabygdunum hjá hesum tíggju sótu aftur tíggju aðrir, sum høvdu evnini at læra frá sær og úr teimum bygdunum dugdu næmingarnir at skriva føroyskt. Allir hesir vóru skúlaðir á sama skúla, skuldu havt somu fortreytir. Munurin var bara, at onnur helvtin hevði evnini at læra frá sær í hesum fakinum, hin ikki. Frálærueginleikin er ikki ein treyt í fólkaskúlanum. Hevur tú staðið títt læraraprógv, so liggur sektin á, um tú dugir at undirvísa ella ikki. Ella sagt við øðrum orðum, so skal tú duga at undirvísa, um tú slett ikki dugir allíkavæl. Tað er ein óskrivað lóg.

Jóannes Skaale átti at tikið í egnan barm og spurt: »Hvat hava eg og mínir starvsfelagar gjørt skeivt, tá okkara næmingar duga so illa at skriva á móðirmálinum, og hvat kunnu vit gera fyri at sleppa burtur úr hesi vána støðu? Hvussu kunnu vit lærarar, sum hava alsk til móðurmálið, koma við eini bøtandi hond, heldur enn at seta okkum høgt, og við peikifingrinum lata spillandi tunguna leika vilt. Hon laðar ongan steinin aftur at raplaða málvarðanum.

Kanska er føroyskt ov torført at skriva. Tað kann ikki vera rætt, at bara næmingar við einum lærara sum er málsligur úrmælingur duga at skriva føroyskt. Kanska mistók Hammershaimb, sáli, seg, tá hann valdi okkara stavseting og okkara rættskrivingarreglur. Kanska vóru tær hentar ella tíðarhóskandi tá, men ikki í dag. Tað er vanligt at broyta støðu, tá ið ein sær, at tað sjónarmið ein hevur tikið vísir seg at vera skeivt. Tað er ongin skomm, um vit nú góð hundrað ár eftir Hammershaimb kanska fara at umhugsa eina nýggja og munandi lættari mállæru. Vit sleppa í hvussu er ikki uttanum, at tað eru alt ov mong, sum ikki duga at skriva á sínum egna móðurmáli, føroyskum. Og lærararnir duga heldur ikki at undirvísa í føroyskum, tí vánaliga skrivingin. Tað eru nógvir føroyingar, sum

framhald á næstu síðu

framhald av síðu 10

duga betri at skriva danskt enn føroyskt. Vit eiga uppbyggjandi at spyrja okkum, hví hetta er soleiðis og síðan koma víðari.

Styðjandi fyri málið og áhugavert hevði verið um eitt orðaskifti kundi komið um hetta, heldur enn sum nú, tá ið sjálvútnevndir móðurmálsvinir, seta seg á trónuna, taka koyrilin í hond og við harðari rødd rópa »Tað oytur ikki, tað eitur ikki. Tað oytur, tað eitur...« Alt eftir hvar teir eru ættaðir úr landinum.

Munnu ikki teir flestu føroyingar verða góðir við móðurmálið. Eg havi tó varhugan av, at teirra sjálvsálit hesum viðvíkjandi er í knúsi, tí at málrøktararnir mangan eru so eirindaleysir, tá ið skerast skal í papp, hvat er gott føroyskt, og hvat er vánaligt føroyskt. Kanska skuldu málrøktararnir farið at lagt seg eftir, hvat teir hava til felags við fjøldina, ið tosar eitt slag av føroyskum, also ikki ordiligt føroyskt, tit vita hvat eg meini, heldur enn at heingja seg í tað, sum skilir partarnar. Gjógvin millum talaða málið og tað, sum málrøktin droymir um, at vit skulu skriva, er djúp. Tað er ikki vist, at tíðindamenn vilja nýta eitt mál, sum fjøldin valla skilir, sum boðbera millum eitt nú blað og lesara. Tað vil so altíð verða ein spurningur, sum tann einstaki tíðindamaðurin tekur støðu til, og hetta fer hann at gera heilt til talaða málið og skrivaða málið eru nærkast eitt sindur meira hvørjum øðrum. Eg persónliga seti meg valla enn ikki føran fyri at gera eina livandi reportasju, við smakki, lukti, ljóði á reinum setursmáli, tá ið tey, eg tosi við, tosa eitt heilt annað mál enn okkara skrivimál. Er mín uppgáva at tíða vánaligt føroyskt til ordiligt føroyskt? Sorry!

Koyrlasløgini regna javnan niður yvir fjølmiðlafólkini, sum hava eitt spillivandi føroyskt móðurmál sum týdningarmesta amboð. Eitt mál sum broytist hvønn einasta dag, hvussu so enn móðurmálsvinirnir geyla. Eitt mál, sum blaðmenn halda er deiligasta mál í øllum heiminum at samskifta við, eisini um danismur snýkja seg inn javnan. Og danismur er ikki nakað nýtt í føroyskum, tær vóru nógv meira at síggja tá eldra ættarliðið vóru børn enn nú. Farið á bókasøvnini og lesið bløðini hesa øldina. Tá fáa tit sjón fyri søgn. Tað er so menninkjsligt at siga, at alt var betur fyrr, tí vit gloyma so vælsignað og væl og hava lyndið til bert at minnast tað góða.

Tað kann ikki vera rætt, at okkara fremsta samskiftisamboð, nevniliga málið, kann vera so torført at skriva, at vanliga vitug fólk ikki skriva hetta uttan at fleiri villur kom fyri. Var ongin Føroysmálsdeild, var ongin lærari, so tosaðu vit føroyskt allíkavæl. Føroyskt hevur yvirlivað á bygd síðan landnámið uttan nakran lærara, uttan nakran professara. Tað hevur livað og tað hevur ment seg. Skaldskapur er skapaður á hesum máli, uttan at nøkur lærd hond hevur verið uppi í. Málið hevur broytt seg øld eftir øld, tolið smoðið sær millum útlendska árinið, víst frá sær og tikið til sín, fyri at tæna endamálinum hjá einhvørjum máli, at verða sjálvt samskiftið millum fólk. Grønlendingar høvdu tosað grønlendskt í mong mong túsund ár áðrenn nakar danskur lærari setti sín fót á land í Grønlandi. Har nøkur fólk finna saman, har skapa tey av sær sjálvum eitt mál og hetta málið er tað rætta fyri tey. Hvørki meira ella minni.

Tað er okkurt sum sigur mær, at okkurt er spinnandi galið við okkara máli. Okkurt er galið, tá ein fittur partur av fólkinum ikki dugir at málbera seg rætt á móðirmálinum og enn færri duga at skriva tað. Serliga, tá vit hugsa um, hvussu nógv betur føroyingurin er skúlaður í dag enn fyrr og býttir eru føroyingar ikki. Teir klára seg eins væl á útlendskum skúlum og aðrir næmingar. Á ein ella annan hátt hevur Hammershaimb tikið feil og valt tað tyngstu leiðina. Vit eiga so nógv vælútbúgvið málfólk í landinum og enn fleiri, sum bera móðirmálinum alsk, tað átti at borið til í felag at funnið eina lættari leið. Eina leið, sum tekur tungu byrðuna av føroyinginum, nú hann er á veg inn í eina nýggja øld. Byrðan og skommin ikki at duga at tosa og skriva á sínum egna móðurmáli.

At enda eitt lítið ískoyti um tvístøðuna føroyingurin er í, tá tað velst um føroyskt mál. Eg havi júst týtt eina bók til føroyskt, sum kemur út til jóla. Óvitað, so kom hesin tankin fram fyri meg alla tíðina meðan eg týddi. »Jústinus, ansa nú eftir at teksturin ikki gerst so føroyskur, at ongin skilir hann.« Hvat í hundan er hetta fyri nakað, eitt móðurmál, sum gerst so reint, at ongin skilir tað, slíkt mál kann ikki vera eitt móðurmál, eitt mál hjá allra føroyinginum. Slíkt mál er heldur málið hjá nøkrum fáum, skapað av nøkrum fáum, og sum vilja trýsta teirra mál, sum einasta rætta, niður yvir høvdið á fjøldini . Tá skilir fjøldin einki og tí er støðan kanska sum hon er í dag.

Sum journalistur, og sum ein íð hevur boksast við at skriva føroyskt í mong ár, skal eg vera tann fyrsti til at viðganga, at eg dugi ikki at skriva reint føroyskt. Óvitugur? Ja, kanska eitt sindur, men skítbýttur eri eg ikki, eg skrivi danskt og eitt heimsmál feilfrítt. Við føroyskum, mínum elskaða móðurmáli, sum eg hoyrdi fyri fyrstu ferð, tá íð eg lá, ikki eingang turrur, fjálgt í móðurfangi og langtaði eftir mjólk, er ikki so væl statt við, tíverri.

Kanska er ein vón fyri framman, gerast tær bøtandi hendurnar fleiri enn spillandi tungurnar. Føroyingurin hevur altíð dugað væl at velja rætta sjóvarfallið, tá hann hevur ferðast, hví hann velir tyngstu leið niðan á fjall, tá velst um móðurmálið, tað skilji eg ikki. Og fari valla nakrantíð at skilja.


við móðurmálskvøðu

vinarliga

Jústinus Leivsson Eidesgaard

justinus@t-online.de