Kennir tú land mítt?

Sum føroyingur uttanlands sleppur tú ofta at forklára nærri hvaðani tú kemur. Tí tá tú sigur Faroe Islands, isole di Faroe, Färöer Inseln ella okkurt annað av teimum nøvnunum, sum útlendingar hava givið okkara landi, er svarið sum oftast "Hvat er tað?"

Tí er tað ofta freistandi at siga, at man kemur úr Danmark. Tað vita tey um ikki annað hvat er. Og havi eg skund ella bara ikki hug til at forklára nakað nærri, so velji eg eisini ta loysnina. Men sum oftast royni eg tó at siga fólki sannleikan um mín uppruna.
Tey hundraðtals fólkini, sum eg havi møtt hesar farnu fýra mánaðirnar í Italia hava ikki øll verið italienarar. Her ýður í fólki úr øllum heiminum, eftir at hava tosað við ein part av teimum, er tað eyðsýnt, at har er ein greiður samanhangur millum hvar fólk koma frá, og um tey kenna til eksistensin av landinum Føroyar.
Lat okkum taka amerikanararnar fyrst. Millum europearar bera teir vanliga orð fyri ikki at vera áhugaðir í øðrum enn teirra egna bakgarði, og eftir at hava tosað við hópin av amerikanarum kann eg staðfesta, at bara ein teirra visti um Føroyar. Hann var flogskipari í amerikanska herinum og hevði flogið yvir Føroyum talríkar ferðir. Men eg kenni heldur ikki meira enn nakrar fáar statir í USA, og veit illa hvar í landinum teir liggja, so eg kann illa krevja annað av amerikanarunum.
Støðan millum onglendingar, fraklendingar og hollendarar er ikki nógv frægari, hóast hetta eru nærum grannalond okkara. Onkur hendinga fraklendingur heldur seg hava hoyrt navnið á landinum fyrr, men veit ikki hvar tað liggur, meðan onglendingar tykjast at hava lært um oyggjabólkarnar í norðuratlantshavinum í skúlanum ? og gloymt tað aftur.
Spaniólar vita hinvegin næstan allir sum ein um Føroyar, og ofta strekkir vitanin seg ovfarandi langt. Nógvir týskarar hava landið feskt í minninum, og allir eysturríkar, sum eg havi møtt, vita alt ov væl hvat Føroyar eru.
Tað er hvørki fisk ella grindadráp hesi fólkini kenna oyggjalandið fyri, men fótbólt!
Spaniólar hava spælt fýra altjóða kvalifikationsdystir ímóti Føroyum, Týskland hevur bara spælt ein, men hann var minningarríkur, og eysturríkar hava spælt fýra, harav teir bert minnast tann eina. Italienar kenna eisini rættiliga væl Føroyar, men bert menninir, hvørs heimur í stóran mun er uppetin av fótbólti.
Føroyska fótbóltslandsliðið hevur gjørt Føroyar kendar, har tað er komið, og har tað enn ikki er komið, vita fá at landið finst. Men tað er væl bara ein spurningur um tíð, áðrenn landsliðið hevur verið runt alt Europa.
Sjálvandi er tað munur á londum og hvussu stór bagatell ein fótbóltsdystur er frá landi til lands. Tað bítur ikki rættiliga á, tá man spælir ímóti einum landi sum Sveits, men kemur Føroyar í kvalifikatiónsbólk saman við Italia ella Portugal, verður landið við eitt kent og, um liðið spælir væl, eisini seint gloymt.
Tí tað er ikki av at tapa 8-0, at føroyska landsliðið og harvið Føroyar eru vorðnar kendar, men av góðum ? og lat okkum bara brúka orðið "heiðurligum" - úrslitum. Ryktið úti í verðini sigur, at Føroyar hava eitt rættiliga gott fótbóltslandslið. Eingin kennir Føroyar sum hitt landið, sum altíð tapir, hóast hetta - og latið okkum nú vera erlig - er tann beiski veruleikin.