Á løgtingsvalinum hin 8. desember fekk Súsanna Bertholdsen á Tvøroyri, sum var uppstillað fyri Javnaðarflokkin, 276 atkvøður eftir fínteljingina. Soleiðis endaði hon á einum 10. plássi á samlaða javnaðarlistanum og gjørdist soleiðis fyrsta varafólk floksins.
Nú samgonga er skipað, og Javnaðarflokkurin situr í landsins stjórn saman við Tjóðveldi og Framsókn, er hon vorðin tingkvinna.
Hetta er fyrstu ferð, at Súsanna Bertholdsen hevur latið seg stillað upp til eitt løgtingsval, og hon hevur ongantíð stillað upp til eitt fólkatingsval.
Men, í kommunalpolitiskum høpi er hon ikki ókend og óroynd, tí hon hevur seinastu tvey árini sitið á øðrum skeiði í Tvøroyrar býráði - ella í seks ár tilsamans.
Nú hon er komin á ting, fer hon í farloyvi úr býráðnum, tí hon heldur tað ikki vera rætt, at somu fólk ganga aftur allastaðni, sum hon tekur til.
Súsanna Bertholdsen er útbúgvin fólkaskúlalærari. Í nøkur ár var hon lærari í Tvøroyrar skúla, men seinastu 16 árini hevur hon undirvíst á Heilsuskúla Føroya á Skúladeplinum í Suðuroy, har Miðnámsskúlin í Suðuroy eisini er.
Umframt læraraútbúgvingina, sum hon tók í Aarhus, tók hon í 2012 eisini eina eftirútbúgving sum orðblindalærari, sum tá á fyrsta sinni - og einastu ferð - varð bjóðað út í Føroyum.
Leiðin hjá nývaldu løgtingskvinnuni uppí býráðspolitikk í Tvøroyrar kommunu byrjaði so smátt, tá hon gjørdist limur í skúlastýrinum í Tvøroyrar kommunu fyri fleiri árum síðan.
- Eg var fyrst í skúlastýrinum sum vanligur limur í fýra ár. Men, tá so Anita Vibergsdóttir, sum var forkvinna í stýrinum, stillaði upp til býráðsval og varð vald, helt eg fram í skúlastýrinum og gjørdist forkvinna.
Súsanna Bertholdsen stillaði síðan upp til býráðsvalið í 2016 og varð vald, og hon varð afturvald á kommunuvalinum í 2020.
Tá Súsanna Bertholdsen valdi at stilla upp til løgtingsvalið hin 8. desember, var hetta ein stór avgerð at taka. Hon viðgongur, at hon fekk eini góð ráð frá manni, sum hon hevur stóra virðing fyri, og hesi ráðini royndi hon at fylgja so væl, hon dugdi og megnaði.
Súsanna Bertholdsen dylur ikki fyri, at hon er ógvuliga spent, nú gerandisdagurin á Føroya løgtingi er byrjaður.
- At eg nú eri tingkvinna við føstum sæti á løgtingi, kennist framvegis eitt sindur óveruligt og soleiðis, sum eg havi skilt, eri eg fyrsta javnaðarkvinna, sum tekur fast sæti á tingi. Eg eri spent, takksom fyri stuðulin, og eg eri errin, sigur hon.
Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps kring landið, er stór samrøða við nýggju tingkvinnuna.
##med2##