Kennist sum treytaleys uppreisn

Eftir summarfrítíðina byrjar Sigurd Bærentsen aftur sum lærari í Skopunar skúla, eftir at hann fyri tveimum árum síðan varð fluttur í Sandoyar Meginskúla orsakað av innanhýsis ósemju í skúlanum í Skopun

Sigurd Bærentsen verður aftur lærari í Skopun, tá farið verður í skúla eftir summarfrítíðina. Tað hevur hann fingið at vita í brævi frá Mentamálaráðnum. Tað er eitt samt skúlastýri í Skopun, sum hevur mælt til at seta Sigurd Bærentsen aftur í starv í Skopun.
Tað var eftir eina innanhýsis ósemju í Skopuna skúla, at Mentamálaráðið í 2002 gjørdi av, at táverandi fyrstilærarin skuldi flytast úr skúlanum. Fyrstilærarin fekk starv við Hoyrvikar skúla. Sigurd Bærentsen, lærari, varð fluttur í starv við Sandoyar Meginskúla.
? Hetta kundi uttan víðari gerast sambært setanarskrivinum, sigur Sigurð Bærentsen. So tað var einki at siga um tað. Men grundgevingina fyri flytingini dámdi mær ikki, sigur hann.
Grundgevingin var, at hann sum partur av teirri ósemju, sum var, skuldi flytast úr skúlanum, fyri at geva nýggja fyrstalæraranum betri møguleikar at skipa arbeiðið í skúlanum.
?Men eg meti meg ikki at hava verið nakran part í nakrari ósemju, sigur Sigurd Bærenstsen. Og tað, at eg nú fái at vita frá Mentamálaráðnum, at eg eri fluttur aftur í Skopunar skúla at arbeiða sum lærari, taki eg sum eina uppreisn og staðfesting av, at tað var ikki eg, sum var orsøk til nakra ósemju.
Sigurd Bærentsen sigur, at han hvørki hevur søkt burtur ella aftur í Skopunar skúla.
Hann varð biðin um at søkja á Meginskúlan, men gjørdi tað ikki. Sostatt varð hann fluttur, sum Mentamálráðið eisini hevði rætt til.
Í august í fjør fekk hann at vita frá táverandi landsstýrismanninum við mentamálum, Høgna Hoydal, at hann kundi søkja aftur til Skopunar í fyrsta lagi 1. august 2004.
Tað hevur hann ikki gjørt, sigur Sigurd Bærentsen, heldur enn at hann søkti burtur. Men skúlastýrið í Skopun hevur einmælt heitt á Mentamálaráðið um at seta Sigurd Bærentsen aftur í starv, og hesum hevur Mentamálráðið so skrivliga boðað honum frá, at Mentamálaráðið hevur gjørt, sigur hann.
Sigurd Bærentsen sigur, at sjálvandi fegnast hann um, at hann nú kemur aftur í tað starvið, hann frammanundan hevði røkt í 28 ár. Men hetta hevur verið ein keðilig tíð. Ikki minst fyri familjuna, sigur hann.
Um hann fer at undirvísa í somu lærugeinum, sum hann plagdi, veit Sigurd Bærenstsen ikki enn.
?Fyribils hevur fystilærarin heitt á meg um at koma við ynskjum um, hvørjar lærugreinar eg eg kundi hugsað mær, sigur hann.