Demens
Elsa Zachariasen er útbúgvin sjúkrasystir. Sunnudagin hevði hon ein almennan fund um demens, og mánadagin og týsdagin hevði hon tvey fullteknað skeið fyri avvarðandi og øðrum, ið hava áhuga fyri demensi.
? Málbólkurin hjá mær var stórt sæð avvarðandi, sjúkrasystrar og heimahjálparar, sigur Elsa Zachariasen. ? Eg leggi stóran dent á at undirvísa í nýggja pleyguháttinum ístaðin fyri tí gamla. Tað verið seg, at sjúkan demens er meira enn bara ein diagnosa, og vit eiga at gera lívsvirðið hjá tí sjúka so gott sum yvirhøvur møguligt meðan tey framvegis eru á lívi.
Eisini varð nomið við evnið at búgva einsamallur heima, og hava demens. Elsa sigur, at tað vísir seg, at meira tey avvarðandi vita um sjúkuna, minni stríð hava tey av hesum, meðan minni tey vita, stinga meira trupulleikar og vansar av tí dementa seg upp.
Grundin er til staðar
Sjálvt um ein persónur hevur fingið staðfest demens, er týdningarmikið at vita, at grundpersónligheitin er altíð tann sama. Kenslurnar eru eisini tær somu, og tí er tað týdningarmikið
Elsa heldur, at føroyingar hava ein fyrimun við at búgva í einum so lítlum samfelagið. Úti á bygd vóru netverk, sum tú ongantíð hevði kunnað havt í til dømis Keypmannahavn.
? Ein kona fortaldi mær, at fólk í bygdini hon býr í, plagdu at ringja til hennara og siga, at nú var maður hennara á kajini, og nú var hann har. Hetta er eitt netverk, sum heilt vist er til stóran fyrimun, greiðir Elsa frá.
? Stórt sæð er tað ikki nógvur munur á møguleikunum fyri dement í Føroyum og Danmark. Onkustaðni í Danmark eru vit á sama støði, sum her í Føroyum, men tó: onkustaðni eru vit eisini frammanfyri. Í Føroyum er størsti trupulleikin tann, at tað er ringt at passa ein persón, sum hevur demens, tí tú fært ikki nakra hjálp til íbúðir
Sambært Elsu, so er nógv vitan komin innan demens seinastu fýra til fimm árini. Áhugi í samfelagnum er fyri hesum, og tí hevur hetta sett nógva gransking um sjúkuna í verk. Ikki bert heilagranskin, men eisini mátan, sum tey avvarðandi og sjúkrahjálpararnir hugsa uppá.
Síggja møguleikarnar
? Ein tann týdningarmesti boðskapurin er, at vit eiga at hava positivar væntanir til tann sjúka, um vit hava positivar væntanir, fáa vit ein positivan tanka, og hareftir eina positiva kenslu, sum so botnar í eini positivari gerð. Um vit hugsa negativt, so endar tað sum oftast við einum negativum úrslitið, sum kanska heldur ikki eydnast. Og tá vit eru negativ yvirfyri tí persóninum, sum hevur demens, so skumpa vit hann longur niður sálarliga.
Grundleggjandi er tað ein spurningur um hugburð, vísir Elsa á. Um fólk duga at síggja møguleikarnar, hvat tann dementi kann, ístaðin fyri forðingarnar, so kann tað gera lívið hjá tí sjúka so nógv lættari, og viðkomandi verður eisini lættari at fáast við.
At samskiftið millum tann sjúka og onnur er røtt hevur alt at siga. Orð, kropsmál, tónalag eru grundsteinarnir fyri, at arbeiðið verður lættari at fáast við.
Elsa Zachariasen er væl nøgd við undirtøkuna og móttøkuna av skeiðnum.
? Nógv fólk komu at lurta, og tað eri eg glað fyri. Bæði skeiðini vóru fultteknað. Um eg ætli at koma aftur? Ja, um tørvur er á tí, so komi eg heilt vist aftur.
Elsa Zachariasen er útbúgvin sjúkrasystir. Hon hevur arbeitt við demens seinastu fýra árini. Í Brøndby Kommune er hon demens-koordinator, og fyri tveimum árum síðani setti hon á stovn íbúðir, har 18 fólk, sum eru dement búgva, og er hon leiðari fyri hesum íbúðinum. Eisini vitjar hon fólk, sum hava demens heima við hús.