Kent kamarkór úr Keypmannahavn vitjar

Næstu dagarnar fer kamarkórið á Sankt Annæ Gymnasium í Keypmannahavn at halda konsertir í Klaksvík, Fuglafirði og í høvuðsstaðnum

Í morgin kemur kent kam­arkór úr Keyp­manna­havn henda vegin at vitja.
Talan er um kamarkórið í Santk Annæ Gymnaisum í Keypmannahavn. Sankt Annæ er rættuliga kendur sangskúli í Keypmannahavn. Longu úr 3. flokki í fólka­skúlanum taka tey næm­ingar inn eftir, hvussu tey duga at syngja. Altjóða við­urkenda Københavns Drenge­kor er mannað við dreingjum úr hesum skúl­anum. Tá er talan um dreing­ir úr 3. flokki og fram til rødd­in fer í yvir­gang.
Í skúlanum eru eis­ini bæði big band og symfoni­orkestur, og har eru eisini framúr gentukór og stórt gymnasiukór.
Og so er tað kamarkórið, sum hevur virkað síðani 2006, og sum í morgin kem­ur henda vegin at vitja. Í kórinum eru 28 sangarar, og kórleiðari er Flemming Windekilde.
Kórið arbeiðir fyrst og fremt við torførum klass­iskum a cappella repertoire, men eisini saman við ryt­m­iskum tónleiki og við ný­mót­ans kompositiónum
Skráin er rættuliga fjøl­broytt. Kórið syngur verk eftir Bach, Verdi, Whitacore, Grieg, Holmboe, Petterson-Berger, John Dowland, Finn Høffding, S. S. Schultz, Oluf Ring, B. Hjelmborg, J, Jer­sild, P. Schierbeck og Ives Grayston.
Fyrsta konsertin verður í Christianskirkjuni í Klaks­vík leygardagin klokk­an 16. Sunnukvøldið kl. 19.30 verður konsert í Fuglafjarðar kirkju. Fyrrapartin mána­dagin syng­ur kórið í Studenta­skúl­anum á Kambsdali, fyrra­partin týsdagin er skúla­konsert í Havn, og týs­kvøldið klokkan 19.30 hevur kórið konsert í Vestur­kirkj­uni.
Kórið fer aftur til Keyp­mannahavnar seinnapartin mikudagin.