Kessler tapti móti Froch

Danski nevaleikarin Mikkel Kessler tapti fyri løtu síðan nevaleikin í London móti onglendinginum Carl Froch.

 

Tá avtornaði, gjørdist Froch frammanfyri Kessler í stigum.

 

Carl Froch vann við dómaraatkvøðunum, 3-0 og neyvu tølini, sum dómararnir komu til, vóru ávikavist 118-110, 116-112 og 115-113.

 

Tapið hjá danska WBA-heimsmeistaranum merkir, at Mikkel Kessler missir sítt heiti sum heimsmeistari.

 

Nú er tað onglendingurin Carl Froch, sum bæði er IBF-heimsmeistari og WBA-heimsmeistari í sínum vektbólki.