Flogfarið, sum skuldi fara úr Kastrup klokkan 19 danska tíð, stendur framvegis á flogbreytini.
Talan er um heldur merkisverda seinking, nú flogfarið hjá Atlantic Airways framvegis stendur á breytini í Kastrup, hóast fráferðin skuldi verið fyri góðum tíma síðani.
Flogfarið var annars komið út á breytina og stóð til reiðar at fara á flog, tá onkur kom eftir, at ein ketta, sum ikki átti at verið við, var umborð.
- Talan var um kettu, sum varð við úr Føroyum til Danmarkar. Onkursvegna høvdu tey á flogvøllinum gloymt at fingið hesa við, tá viðførið varð koyrt til terminalin. So talan var altso ikki um nakra leysgangandi kettu, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantic Airways við Portalin.
Flogfarið skuldi ætlandi lenda í Vágum klokkan 20.30, men hetta er nú broytt til klokkan 22.40.