Kevin Schindler: Vit eru til reiðar

FM1: Fyribilsvenjarin hjá HB vil hava gleði og stríðsvilja á liðið, so kemur útslitið á aðru røð

##med2##

 

Kevin Schindler er fyribilsvenari hjá HB. Týskarin stendur á odda fyri HB-liðnum, sum í annaðkvøld skal spæla móti Budocnost Podgerica úr Montenegro í Europa Conference League.

 

Venjarin hjá HB er við gott mót, men má staðfesta at Dan í Soylu ikki verður tøkur til dystin. Miðvallarin hevur brotið eitt bein í fótinum, og verður ikki klárur komandi vikurnar.

 

Kevin Schindler sigur, at gestirnir úr Montenegro eru eitt gott lið, sum leggja nógv fyri fyrstu minuttirnar av dystunum. Hartil eru teir kropsliga væl fyri, men týski venjari hjá HB heldur fyri, at um hansara menn geva alt teir eiga, so er ein møguleiki fyri at koma víðari.

 

Hann er ikki so sinnaður, at tosa um kompleksið hjá HB í Evropa. Hann sær tað sum ein fyrimun, at hava heimavøll í fyrru uppgerðini, tí tað gevur størri møguleika fyri einum góðum útgangsstøði til returdystin. Tann dysturin verður spældur í nógvum hita, og tí verður tað sannlíkt eitt øðrvísi upplegg til tann dystin.

 

HB spælir í annaðkvøld móti Budocnost Podgerica úr Montenegro í 2. umfari í Europa Conference League. Dysturin byrjar klokkan 19. FM1 byrjar at senda klokkan 18.

 

FM1: Samrøða við Kevin Schindler