Frágreiðingin um prísin er heldur ógreið endurgivin í blaðgreinini og vil eg tí skoyta uppí, at nevndi eigari ikki sambært fyriliggjandi avtalu fær 940 t. kr. útgoldnar, men 800.000 kr. + grundøkið uppá 400 m2 til at byggja nýggja grillbarr á.
Umframt keypið skrivar Sigfríður Vørðhamar í grein í blaðnum 20 oktober, um ?meirilutan? í býráðnum, at ?hesin arbeiðir á so lágum støði, at eg orki ikki at vera við meira?. Um hann meinar við, hvat býráðslimir gera uttanfyri býráðsgátt, so havi eg ongar viðmerkingar til tað her, men tá hann sipar til, at m.a. borgarar verða ymiskt viðgjørdir, so fari eg hervið at vísa hesum aftur, sum ósannindi.
Sjálvandi hevur Sigfríður fullan rætt til at hava sína meining um hetta mál, men tá hetta nú hevur skapt slíka øsing, og hann, nú hann ikki stillar uppaftur, velur at fara í bløðini fyri at vísa á skeivleikar, sum núverandi meiriluti hevur gjørt, og m.a. ákærir býráðið fyri ikki at viðgera borgarar eins, so skal eg koma við hesum upplýsingum/viðmerkingum:
Málsgongdin í sambandi við frammanfyri nevnda keyp:
Á fundi í teknisku nevndini hjá kommununi í maj mánaði í ár varð uppskot lagt fram av Jann Toftegaard, býráðslimi, um at fara í samráðingar við eigaran av matr. nr. 708 og 709 í Fuglafirði um keyp av ognum hansara. Uppskotið varð einmælt samtykt. Býráðsleiðslan tók hesa samtykt í álvara, og varð sostatt farið undir arbeiðið. Eftir tríggjar samráðingarfundir gjørdu partarnir avtalu um ein prís, treytað av góðkenning frá býráðnum og kommunala eftirlitinum. Málið varð síðani fyri á fundi í fíggjarnevndini í juni mánaði, har avgjørt varð at útseta tað til eftir summarfrítíðina. Eftir summarfrítíðina varð málið lagt fyri teknisku nevndina og síðani fíggjarnevndina, sum báðar mæltu til at taka undir við avtaluni. Málið varð síðani lagt fyri býráðið, har tað við fyrstu viðgerð varð samtykt við 6 atkvøðum fyri og ongari ímóti, og við aðru viðgerð varð samtykt við 6 atkvøðum fyri og 3 ímóti.
Omaná alt tosið um hetta keyp er komið fram, at tað er skeivt at tvinna ?keyp av ognini til at fríðka um sandin? saman við keypsprísinum. Álvaratos hvat hava menn hugsað sær, tá teir úttala seg soleiðis? Tað, at broyta eitt økið - frá at hava veri til nýtslu til eitt ella annað endamál, veri seg privat ella vinnuligt - til at verða alment fríøkið, og at keypa eina ogn til endamálið, má tað ikki altíð hava eina peningajáttan við sær ? bæði tá talan er um kommunur og aðrar myndugleikar ?? ?
Tá býráðið í síni tíð hevur tikið avgerð um at leggja økið út til fríøki, so má tað hava verið við í støðutakanini, at tú innan alt ov langa tíð skuldi keypa hetta.
Grundgevingar fyri keypinum:
Sum eg eisini havi greitt frá fyrr, so er orsøkin til keypið, at økið har ognirnar liggja, fyri yvir 20 árum síðani er lagt út til alment fríøki. Hetta merkir m.a. at onki skal byggjast á økinum. Hóast hesa áseting, so hevur býráðið í 1989 givið loyvi til at hava grill her (hetta sigi eg ikki fyri at lasta nakran ávísan fyri tað, men fyri at vísa á veruleikan).
Nú kann ein so siga, at tá økið er fríøki, so kann onki byggjast ella broytast á økinum. Hetta hevði kanska hildið løgfrøðisliga, men eg ivist í, um tað ber til hjá einum býráðið at handla soleiðis. Hvat um eins egna ogn bleiv løgd út til fríøki, har tú kanska hevði títt virkið?? Hevði tað ikki verið nærliggjandi at kravt kommununa at keypt ognina, innan rímiliga tíð, um tú ikki fekst gjørt tað sama við ognina, sum tú kundi, tá tú útvegaði hesa?
Umframt at ognin liggur á almennum fríøki, so hevur virksemið havt ampar við sær fyri grannarnar, sum tí hava klaga um, at hetta slapp at halda fram. Hildið varð tí eisini, at tað hevði stóran týdning fyri umhvørvið, at hetta virksemið verður flutt á miðstaðarøkið, har tað náttúrliga hoyrir heima.
Húsaprísir fyrr og nú:
Tá umræður høgar húsaprísir, so røkkur minnið kanska ikki so langt aftur. Eg hevði ikki ætlað at blandað onnur mál inn í hetta, men tá tað nú er so átroðkandi at reka valstríð við hesum, so vil eg minna allar borgarnar í kommununi á, at sami persónur, sum fýlist á hetta, var formaður í kommununi, tá ein ogn varð keypt fyri uml. 3 mió kr., sjálvt vælvitandi um, at hendan fá ár frammanundan varð bygd fyri 1,1 mió kr. Fyri at gera hesa ogn nýtiliga til fyribils brandstøð, vórðu 2-300 túsund krónur nýttar aftrat til hendan bygning, sum stendur á leigaðum øki. Sambært málsviðgerðini hjá kommununi var ikki talan um kapping um keyp, har kommunan varð noydd at bjóða yvir øðrum, men eins og í frammanfyri nevnda keypi var talan um, at kommunan samráddist við seljaran um prís, enntá var tað tá seljarin, sum vendi sær til kommununa um henda handil.
Hallbjørg Hansen,
býráðsformaður í Fuglafirði