Í kendu Gyldenkål-filmunum skuldi Axel Strøby einaferð inn á skattaskrivstovuna at fáa sett »trækprosentið« niður, tí hann helt seg blíva dripnan í skatti. Komin út aftur spyr vinmaðurin, hvussu nógv trækprosentið nú varð sett niður.
»Niður? Nei, hann hevði sett tað upp. Tí tá fór hann at fáa eina rúgvu útgoldið, tá endaliga bleiv gjørt upp, og tá kundi hann keypa bæði bil og bát fyri tað, sum av leyp«.
Nakað sami boðskapur varð borin fram á tíðindafundi í morgun, tá Eik Banki saman við SMS og VikuBlaðnum boðaði frá einum nýggjum møguleika hjá føroyskum brúkarum.
Talan er í stuttum um eitt Masterkort, sum samstundis er eitt keypskort, ið veitir avsláttur í teimum handlum, sum eru gingnir saman í samstarv gjøgnum sonevndu e-skipanina.
Hetta er eitt e-kort, sum gevur e-vinning. Hvørja ferð tú keypir í einum av handlunum, sum er við í e-skipanini, fær tú ein ávísan avsláttur, sum verður goldin inn á eina e-konto. Tá so gjørt verður upp fyri árið, fær tú uppspardu upphæddina útgoldna, væntandi áleið 10. desember.
Tað var marknaðarleiðarin í Eik Banka, Ólavur Jensen, sum greiddi frá, hvussu nýggja e-kortið virkar. Hann segði, at talan er um eitt vanligt Masterkort við innbygdum kreditti, sum fólk so kundu nýta við serligum avsláttrum frá Eik og e-handlunum.
e-vinningur
Vanligi kreditturin fyri eitt Masterkort er 30.000 krónur, men tó skal sigast, at umframt vanliga kortið finnast eisini eitt sonevnt gullkort og tað fínasta, sum er platinkortið.
Hesi bæði seinnu nevndu geva rætt til størri kreditt umframt at tey eisini veita ymiskar tryggingar.
Eik Banki siktar breitt við hesum tilboðnum og ætlar, at allir brúkarar í Føroyum skulu gerast e-kundar, og brúkarastøðini eru handlar, matstovur og líknandi kring alt landið.
Sonevndi e-vinningurin verður leypandi fluttur inn á e-konto hjá einstøku kundunum, og har ber til at fylgja við, hvussu upphæddin veksur. Hetta kann millum annað gerast við at fara inn á serligu heimasíðuna, sum VikuBlaðið fer at umsita. Blaðið skal eisini formidla lýsingarherferðir og serligar avsláttrar hjá handlunum.
Talan fer at vera um serlig vikutilboð, og seinni fer helst at bera til at víðka hetta til tímatilboð. Eisini verður eitt serligt e-blað givið út við upplýsingum og serligum tilboðum. Fyrsta av slagnum kemur helst út einaferð í januar mánaði, varð upplýst.
Nýggjar avbjóðingar
Einki ítøkiligt varð sagt um, júst hvørjir handlar eru við í skipanini, men eftirsum stjórin í SMS, Niels Mortensen, var við á tíðindafundinum, má væl roknast við, at fleiri av handlunum har verða við. Og tað nevndi Niels Mortensen eisini.
Hann segði annars, at talan fyri teirra viðkomandi var um ein gamlan dreym, sum nú gekk út.
- Vit byrjaðu longu fyri fimm árum síðani at arbeiða við málinum, tó strilti gekst. Men tá vit so frættu, at Eik Banki tók hetta stigið, gjørdu vit av at krøkja okkum upp á, segði Niels Mortensen.
Bjarni Olsen, stjóri í Eik Banka, vísti á tað neyðuga hjá bankanum at fylgja við tíðini.
- Kortheimurin stendur alla tíðina fyri avbjóðingum, og við hesum produktinum kunnu vit nøkta ein tørv, segði Bjarni Olsen.
Hetta við at fólk við nýggja kortinum kunnu keypa upp á borg, sær Bjarni Olsen ikki nakran serligan trupulleka í.
- Sjálvandi verða kundarnir kredittmettir. Tað verða teir alla tíðina. Vit kunnu jú ikki liva av, at kundar okkara fara av knóranum, líka lítið, sum okkara kundar kunnu liva við, at vit fara av knóranum, segði Bjarni Olsen.
Hann sær tað tí ikki sum ein trupulleika, men heldur ein spurning um, at bankin megnar at geva kundum sínum eina nøktandi ráðgeving.
Og – sum hann sigur – hvør vil ikki fáa einar 6.000-8.000 krónur eyka tá jólini nærkast.