Ókeypis at bjarga útlendingum í Føroyum

Enn hava teir útlendingar, sum eru bjargaðir úr fjøllunum í Føroyum, ikki verið ein eykaútreiðsla hjá føroyingum

 

Enn hevur tað ikki havt serligar útreiðslur við sær, at tyrlan hjá Atlantsflog av og á má á flog at bjarga útlendingum, sum koma illa fyri í fjøllunum, ella av skipum. Tað staðfestur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

 

Tað kemur av og á fyri, at boð eru eftir tyrluni at bjarga útlendskum ferðafólkum, sum koma illa fyri, og nú vildi Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hava greiði á, hvat hetta kostar, og hvør rindar rokningina.

 

Høgni Hoydal sigur, at skilt verður ímillum SAR hendingar, sum er leiting og bjarging, og MEDEVAC hendingar, sum er at flyta løstað fólk á sjúkrahús.

 

Hann sigur, at hesi seinastu trý árini frá 2015 til 2017, hevur tyrlan hjá Atlantsflogi havt 12 MEDEVAC flutningar og sjey ferðir hevur hon verið á flogi at leita eftir útlendingum, sum eru komin illa fyri í fjøllunum. Og tilsamans hevur Tyrlan brúkt slakar 40 tímar til endamálini hesi trý árini, leggur Høgni Hoydal afturat.  

 

Higartil í ár hevur ein MEDEVAC hending verið á sjónum, har útlendingur er bjargaður til lands, og fýra hendingar, har útlendingur antin hevur gingið seg í óføri, ella er komin til skaða í fjøllunum. Og tilsamans hevur tyrlan brúkt fimm tímar og 46 minuttir til endamálið higartil í ár.

 

Landsstýrismaðurin vísir á, at Landið og Atlantsflog hava ein sáttmála um tyrluflúgving. Sáttmálin kostar 44,4 milliónir um árið og fyri tað fær landsstýrið 750 tímar við tyrluni, har 500 tímar eru til ferðafólkaflutning, 200 tímar eru til leiting, bjarging, venjing og sjúkraflutning. Og harafturat eru so 50 tímar eykatímar uttan kostnað.

 

Eftir sáttmálanum er tyrlan tøk til leiting, bjarging og sjúkraflutning, alt árið. Men verður flogið meir enn sáttmálin sigur, skal Atlantsflog hava 17.000 krónur um tíman.

 

Høgni Hoydal sigur, at enn hevur ikki verið neyðugt at gjalda eyka, tí tímatalið er enn ikki farið upp um tað, sum frammanundan er avtalað í sáttmálanum. Tey fylgja væl við nýtsluni fyri at tryggja, at eyka útreiðslur ikki standast av hesum, men enn er eingin kostnaður endurrindaður.

 

– Uttan at vita tað við vissu, meini eg ikki, at tað er vanlig mannagongd í Norðurlondum at fáa endurgjald fyri útreiðslur í sambandi við bjargingarátøk, sigur Høgni Hoydal.

 

– Í Noregi verður endurgjald bert kravt í teimum førum, har tann, ið verður bjargaður, hevur víst serliga grovt ósketni. Hetta er tó ikki vanlig mannagongd, tí mett verður, at tað er brot á altjóða avtalur at taka gjald fyri bjarging, sigur hann.

 

Í Íslandi verður skilt ímillum bjarging á landi og bjarging á sjónum. Sum heild er bjarging á sjónum altíð ókeypis, tí hetta er ein altjóða skylda.

 

Bjarging á landi verður onkuntíð endurgoldin, men bara, tá ið talan er um bráðneyðugan sjúkraflutning, ella eitt MEDEVAC av ES borgarum. Tá ið talan er um ES borgarar, er ein skipan ímillum ES og EFTA londum um at endurgjald fyri heilsutænasturnar, sigur Høgni Hoydal.