Ókeypis atgongd á Tórsvølli

Víkingur bjóðar øllum áskoðarum ókeypis til dystin millum Víking og Trepca 89 í Champions League í kvøld

Tað er í kvøld at Víkingur spælir fyrru uppgerðina í fyrsta undanumfari av Champions League kappingini, tá meistararnir úr Kosovo, Trepca 89, koma á vitjan í Føroyum.

 

Í tí sambandi boðar Víkingur frá, at áskoðarar, ið ætla sær til dystin í kvøld, ikki noyðast at rinda fyri at koma á Tórsvøll, tí talan verður nevniliga um ókeypis atgongd.

 

Veðrið til fótbólt er í kvøld av tí besta, og tí verður heitt á fólk um at stuðla Víkingi í altjóða fótbólti, føroyskum fótbólti at frama.

 

Dysturin millum Víking og Trepca 89 verður skotin í gongd klokkan 19:00 á Tórsvølli.