Ókeypis bøkur

Tað kemur fyri, at vit fáa okkurt ókeypis, eitt nú onkra bók inn um dyrnar. Her verður ikki hugsað um príslistar, brochurur, traktatir, telefonbøkur, ókeypis bløð o.a.tl. Nei; men um veruligar bøkur og bóklingar, ið vert er at eiga – og lesa.

Í 1999 gav Føroya landsstýri eina bíliga (tó ikki ókeypis) bók út, sum fekk heitið Hvítabók. Í bókini eru 21 serfrøðingar (umframt ”tann gráa eminencan”) úr 8 ymiskum londum komnir til ta niðurstøðu, uttan tó at grundgeva hví, at tað hevði verið ”hent um galdandi gjaldoyraskipan við donsku krónuni sum grundgjaldoyra, varð broytt til eina gjaldoyraskipan við euroini sum grundgjaldoyra.” Teir, serfrøðingarnir, eru eisini av teirri áskoðan, at tað skal ”bannast, at almennu kassarnir seta seg í skuld.” Nóg mikið um hasa bókina.

Í 2000 gav Føroya landsstýri øllum heimum í Føroyum og ætlandi eisini lesandi føroyingum í Danmark og aðrastaðni ókeypis bóklingin ”Frá heimastýri til fullveldi.” Eitt doserandi rit um hvussu loysast kann úr tí danska kongaríkinum. Siðani 1998 hevur konstruktivur, positivur landspolitikkur verið nógv darvaður av tíðs- og peningakrevjandi loysingarpolitikki við sera óheppnum avleiðingum: Landsstýrið hevur avskeplað og niðurbundið ríkiskassans lógbundnu fígging av heilsu- og almannaverkinum og soleiðis rent landskassan í peningaligt óføri í so stóran mun, at ikki slepst undan nýggjum, álvarsligum inntøkulógum og at upptaka risastór lán til landskassans lógbundnu útreiðslur.
Skýggini gerast alt sjónligari og myrkari.
Tvinnir eru kostirnir: Antin má løgtingið yvirtaka øll málsøkini, ið verða fíggjað við ríkiskassablokki, ella má løgtingið beinanvegin áleggja landsstýrinum at fáa fyrisitingina av blokkinum í professionella legu við støði í galdandi lógum, kunngerðum, avtalum og reglugerðum, soleiðis sum fyrisitið varð áðrenn 1. januar 2002.
Við lóg skal land byggjast. Bólturin liggur nú í løgtinginum.
Almenna sjónvarpið átti at víst seg meira við objektivum sendingum um eitt politiskt stórmál, sum nertur við dagligu tilveruna hjá bæði ungum og gomlum og sjúkum, avlamnum og brekaðum í okkara landi.
Skriftin á vegginum:
-Tey ”bleytu virðini” verða bumbað hálva øld aftur í tíðina.
-Landskassin við milliardaskuld verður settur undir administratión.
- 1992-tromin er í eygsjón.
-Tey arbeiðssomu, dugnaligu rýma av landinum.
-Landskassin verður saneraður fyri aðru ferð.
Í 1992/1998 vórðu í fyrsta lagi nógvar løgtingslógir settar úr gildi (makuleraðar) og aðrar komu í staðin fyri, og í øðrum lagi varð landskassin saneraðu við 1.400.000.000 krónum (900 milliónir + 500 milliónir) úr ríkiskassanum.
***
Í 2002 vendi Føroya løgting sær til alt Føroya fólk við einum ókeypis bókverki fíggjað vð almennum peningi: ”Løgtingið 150” í 2. bindum, 779 síður. Vorðið sum ”gáva” og tað frá okkara høga løgtingi. Tíverri er bókverkið í støðum ikki eftirfarandi og heldur ikki objektivt. Sera harmiligt, slíkt átti ikki at komið fyri í seriøsum bókum. Og als ikki í so álvarsomum dokumenti, sum løgtingið hevur lagt navn og pening til. Skrivað hevur verið í bløðunum um hesa óheppnu søgubók, sum kanska átti at fingið seriøst uppískoyti.

Í 2008 gav Eik Grunnurin 2008 (kanska ein undirdeild av Eik Grunninum?) út bókina ”Eikirøtur 1832-2007.” Tjúkk og tung; glittað pappír; 462 síður. Har hevur grunnurin ætlandi tikið djúpt í lumman. Eisini hendan bókin varð útborin ókeypis. Nú Eik Banki, ”Bank of the year” í 2007, og Eik Grunnurin báðir so skammiliga eru farnir í søguna, er tað tragikomiskt at blaða í bókini. Eitt nú á síðu 411 undir Lokaorð (finst ikki í orðabókini; hevur tað nakað við lokabragd at gera?) lesa vit: ”Eik Banki hevur verið virkin í tí føroyska samfelagnum í 175 ár. Endamál hansara var frá fyrstan tíð at nútímansgera føroyska samfelagið. Tí virkaðu hann og teir menn, sum mannaðu garð um hann, fyri at bróta niður tey stongsl, kongaligi einahandilin hevði hildið føroyska fólkið innanfyri.” Møsn! Eik Banki varð navngivin (stovnaður) 18. desember 2006. Spónin var ikki meira enn sett í greytin, tá glæstribókin um ein nú fyrrverandi glæstribanka og hansara grunn kom út.
Fyri alt tað: Færø Amts Sparekasse alias Føroya Sparikassi – navnabroyting í 1963 meðan J. Koch, sorinskrivari, var formaður 1959-1965 – breyt ongantíð nøkur stongsl niður, hvaðna minni seg sjálvan.

Moralur:
Lesið kritiskt tað, sum kemu ókeypis inn um dyrnar, tí ekstrem nationalistisk” butolisma er ikki at spæla við.”