Ein handilsmaður í Japan legði ikki minni enn 4.265.000 krónur á borðið, tá hann í gjár keypti ein tunfisk á fiskamarknaðinum í Tokyo.
Tunfiskurin vigaði 269 kilo og var av einum rættiliga sjáldsomum og hóttum slagi, sum kann viga heilt upp í 500 kilo.
Handilsmaðurin, sum keypti, eigur eina røð av sushimatstovum, og hann roknaði við at fáa umleið 10.000 stór petti av sushi burtur úr fiskinum. Japonsku fjølmiðlarnir siga, at sushi úr hesum tunfiskaslagnum er serliga gott, og at eitt einstakt petti væntandi fer at kosta knappar 500 krónur.